Høvdu fult skip eftir 18 tímum

Trolbátar hava verið í rættiligum rokfiskiskapi vestan fyri, og í morgun liggur Skálafossur fullfermdur í Havn.

Tað tók bert 18 tímar hjá manningini á trolbátinum Skálafossi at fylla bátin í rokfiskiskapi í sonevnda I-kassanum vestan fyri Mykines, sum nú er latin upp.

Hetta er ivaleyst skjótasti túrur, sum trolbáturin nakrantíð hevur gjørt. Teir hava 515 kassar á umleið 55 kilo, sum gevur eini 55.000 pund tilsamans.

At kalla øll veiðan er toskur. Sagt verður, at aðrir trolbátar, sum eisini hava roynt á leiðini vestan fyri, eisini hava fingið nógvan fisk í kassanum.

Teir byrjaðu at landa Skálafoss í Havn tíðliga í morgun, og stutt fyri klokkan 08 var In.fo ein túr eftir bryggjuni og tók viðheftu mynd av fullfermdum skipi.