Høvdu einki val

Fyrrverandi amerikanski fíggjarmálaráðharrin Hank Paulson sigur, at innast inni var hann ímóti at bjarga bankunum Bear Stearns og AIG um heystið í 2008, men at hann hevði einki í at velja. Hank Paulson var fyri hvøssum atfinningum, tí hann valdi at bjarga fleiri stórum fíggjarstovnum, tá fíggjarkreppan leikaði harðast á um heysti í 2008. Hann sigur við Bloomberg News, at hann skilti væl atfinningarnar, men at stjórnin fekk ikki gjørt annað. Hans Paulson sigur, at blivu bankarnir ikki bjargaðir, kundi arbeiðsloysið´i USA endað uppi á 20 prosentum.