Høvdu ein góðan fund um nýggja Smyril

Jógvan við Keldu er róligari, nú hann hevur verið á fundi við ovasta stjóran í skipasmiðju-samtakinum, sum byggir nýggja Smyril

Nýggi Smyril

? Vit høvdu ein rættiliga góðan fund og nú síggi eg ljósari upp á tað.
Jógvan við Keldu hevur verið í Keypmannahavn á fundi við skipasmiðju-samtakið, sum byggir nýggja Smyril.
Skipið er nógv seinkað og nú vildi landsstýrismaðurin í samferðslumálum hava fulla greiði á, hvussu landið liggur.
Tí sendi hann boð eftir sjálvum ovasta stjóranum fyri øllum skipasmiðju-samtakinum, sum eigur skipasmiðjuna, har Smyril verður bygdur.
Tað er ein skipasmiðja í San Fernando í Spania, sum byggir nýggja Smyril. Hendan Skipasmiðjan er ein partur í stóra og umfatandi Izar-samtakinum, sum eigur nógvar skipasmiðjur.
Og Jógvan við Keldu boðsendi stjóranum fyri alt samtakið á fund í Keypmannahavn mikudagin fyri at fáa varpað ljós á byggingina og fyri at fáa greið boð um, hvussu er vorðið við byggingini.
Umframt ovastu leiðsluna í Izar, vóru eisini umboð fyri Knud E. Hansen, sum hava teknað nýggja Smyril og Maersk Brokers, sum hevur eftirlitið við byggingini.
Og Jógvan við Keldu er væl nøgdur við fundin.
Tað hevur annars ivi tikið seg upp um byggingina og summi spyrja enntá, um vit yvirhøvur fáa nakað skip.
? Eg eri nógv róligari nú, vit hava havt fundin við ovasta stjóran í Izar-samtakinum, tí eg haldi, at fundurin var góður, sigur Jógvan við Keldu.
Og hann leggur afturat, at tað er als ongin ivi um, at nýggi Smyril verður gjørdur liðugur og at vit fáa hann.
Tað tóku annars stórir trupulleikar seg upp í øllum skipasmiðjusamtakinum eftir at samtakið gjørdi nakrar royndir at skilbøta raksturin.
Í tí sambandi var talan um at lata skipasmiðjuna, sum byggir nýggja Smyril, aftur og tað skapti nógvan ófrið við arbeiðssteðgum og verkføllum. Sostatt hevur lítið skil verið á arbeiðnum at byggja nýggja Smyril í fleiri mánaðir í heyst.
? Stjórin í Izar vissaði meg um, at allir trupulleikar nú eru loystir. Skipasmiðjan í San fernando verður ikki stongd og avtala er gjørd við 4000 arbeiðsfólk av teimum 11000, sum eru í øllum samtakinum, um at fara úr starvi.
? Sostatt hevur verið arbeitt sum vanligt uppá nýggja Smyril síðani á nýggjárinum í tvey skiftisvaktum.

Framvegis Óvist
Men tað er framvegis óvist, nær hann verður liðugur.
? Ovasti stjórin í Izar samtakinum lovaði mær, at nú skuldi hann sjálvur upp í málið, sigur Jógvan við Keldu.
Hann sigur, at eitt endamál við fundinum var eisini at fáa eina nýggja dagfesting fyri, nær nýggi Smyril verður liðugur.
? Men eg gjørdi heilt greitt, at tað var sera umráðandi fyri meg at tann tíðarætlanin, sum vit hesuferð, eisini má vera ein tíðarætlan, sum fer at halda, sigur Jógvan við Keldu.
? Tað kundi ovasti stjórin í Izar ikki siga við vissu nú.
? Men hann lovaði, at nú skuldi hann sjálvur taka sær av málinum. Og tað fyrsta, hann fer at gera, at er at gjøgnumganga alt projektið sum tað er, saman við leiðsluni á skipasmiðjuni í San Fernando og teimum, sum hava eftirlitið fyri Strandferðsluna, fyri at fáa fulla greiði á, hvussu landið liggur.
Tá ið tað arbeiðið er liðugt, fer at bera til at gera eina neyva tíðarætlan fyri, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Samstundis lovaði stjórin í Izar, at hann hereftir fer at hava fund við skipasmiðjuni í San Fernando hvørja viku fyri at fylgja bygingini upp.
Harafturat eru tað ymiskt í sambandi við byggingina, sum Strandferðslan ikki er nøgd við.
?Skipasmiðjan í San Ferando hevur játtað at ganga Strandferðsluni á møti á summum økjum, men annað vildu teir samráðast um.
Jógvan við Keldu sigur, at eisini hesi viðurskifti lovaði ovasti stjórin í IZAR at taka sær av.
? Samstundis vissaði hann meg um, at IZAR ætlar sær at handa føroyingum eitt skip, ið lýkur øll klassakrøv og øll krøv, sum danska skipasýnið setir, umframt øll krøv, sum annars verður sett til byggingina.
Jógvan við Keldu sigur, at hann fegnast um hetta lyftið frá stjóranum í IZAR.
? Sjálvandi hevur tað alstóran týdning, at Smyril verður liðugur. Men tað hevur líka stóran týdning, at talan er um eitt skip, ið lýkur øll dygdarkrøv, sum vit hava sett, um tað so kemur ein mánað fyrr ella seinni.
Jógvan við Keldu sigur eisini, at hann hevur fingið at vita frá skipakønum, at trupulleikarnir, sum hava tikið seg upp í sambandi við nýggja Smyril, als ikki eru óvanligir í samband við skipabygging.