Høvdu drúgt kjak um navnið

- Tá tað kemur til nøvn, kann kjakið millum okkum gerast eitt sindur heitt, tí vit hava ikki heilt sama smag, men eftir nakar mánaðir blivu vit samd um navnið. Soleiðis siga Arni Zachariassen og Malan Kastalag, ið eru foreldur at fýra ára gomlu Lý

Navn: Lý Kastalag Zachariassen, 4 ár
Foreldur: Arni Zachariassen og Malan Kastalag
Bústaður: Gøta


Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo

- Eitt barnanavn hevur stóran týdning. Kanska kliché, men navnið skal barnið hava alt lívið, tað er sum eitt fingramerkið foreldrini seta á barn sítt við hugsanum um hvør persónur hetta barnið ferð at vera, sigur Arni Zachariassen.
Tá hann og Malan Kastalg skuldu velja navn til fyrstfødda barnið, høvdu tey nøkur, teimum dámdi væl, men at finna júst tað rætta, var ikki heilt lætt.
Fyri Arna Zachariassen var tað týdningarmikið, at hann ikki kendi nakran annan við navninum, sum barnið skuldi hava.
- Vit vistu ikki kynið, men av onkrari grund tosaðu ella kjakaðust vit næstan bara um gentunøvn, minnast foreldrini bæði.

Hava hvør sín smag
- Tá tað kemur til nøvn, kann kjakið millum okkum gerast eitt sindur heitt, tí vit hava ikki heilt sama smag. Arna dámar væl klassisk og ikki norðurlendsk nøvn, men mær dámar best norðurlendsk og føroysk nøvn, sigur Malan Kastalag.
Tað tók nakrar mánaðir av tosi aftur og framm, áðrenn tey bæði blivu samd um eitt navn. Tann eina dagin hugdu tey enn einaferð í navnabókina, og tá las Arni navnið "Lý".
- Eitt sindur kliché-agtugt, men tað "var bara tað". Okkum dámdu tað bæði, so tað kom á listan, sum annars var sera stuttur, hvat okkum báðum dámdi, fortelur Arni Zachariassen.
Maluni dámdi navnið tó so væl, at hon ikki dugdi at ímynda sær annað navn.
- Lý merkir ljós og glotti, og tað var sera sigandi fyri okkum til okkara fyrstfødda barn. Vit høvdu tó ikki avgjørt nakað ávíst navn, tí vit ynsktu at hitta hendan nýggja jarðbúgvan fyrst. Tá hon so enduliga lá í okkara ørmum, sigur Arni "skal hon ikki bara eita Lý"?, og so bleiv, sigur Malan Kastalag.

Lý og ikki Lív
Tá Arni Zachariassen og Malan Kastalag fortaldu familjuni um navnið, gjørdust tey í fyrstu syftu heldur ovfarin.
- Tey vóru yvirraskað, tí fá høvdu hoyrt navnið áður. Men vit minnast bara til at hava fingið positivar reaktiónir, navnið var mett serstakt og vakurt. Í dag, duga tey ikki at ímynda sær nakað annað, fortelur Malan Kastalag og leggur afturat, at mamma Arna eitur Lis, og Lý er sostatt á ein hátt uppkallað.
Tá onnur fólk fingu navnið at vita, søgdu tey seg ikki hava hoyrt tað áður. Og ofta høvdu tey lyndi til at siga Lív.
- Summi høvdu hug at siga Lív - nakað, sum mong gera, tá Lý verður spurd hvussu hon eitur, men hon er skjót at rættað ein hvønn, sum sigur Lív, "Nei, eg eiti Lý! L-Ý!", sigur Arni Zachariassen og heldur fram:
- Sum foreldur flest, duga vit ikki at ímynda okkara barn við øðrum navnið nú, enn tað hevur. So navnið hevur nógv at siga. Lý er okkara glotti.