Høvdu allar møguleikar

- Tað var ikki í verjupartinum at tað kiksaði, segði venjarin hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, tá vit tosaðu við hann eftir tapið móti Neistanum leygardagin

Í steypafinaluni vóru tað mong, sum undraðust á, hvussu deydligt tað gjørdist á neistaliðnum, tá Áki Olsen og Heini Joensen vórðu mansvardir.

Helst vóru tað eisini fleiri, sum væntaðu, at VÍF leygardagin fór at nýta sama taktik, men so var ikki.

Hjalmar Klein Olsen greiður frá, at teir gjørdu av, at teir í fyrsta umfari skuldu royna at steðga stórskjúttunum við at fara tíðliga út í teir, og hetta heldur hann eisini eydnaðist heilt væl.

- Til saman fingu teir báðir átta mál, um brotskøstini ikki verða tald við, so í so máta eydnaðist taktikkurin hjá okkum, segði Hjalmar við Sosialin. Hann legði eisini afturat, at tað fyrst og fremst var teirra egna skyld, at vestmenningarnir ikki megnaðu at avgera dystin í fyrra hálvleiki.

Tað er eisini ein sannroynd, at vestmenningar høvdu góð kort á hondini í fyrra hálvleiki, men av ósketni lovaðu teir neistaliðnum inn aftur í dystin, og hetta máttu teir so eisini gjalda fyri.

Venjarin helt eisini, at yvirhøvur spældu hansara menn ikki nóg væl hendan dystin. Satt at siga var tað bert avrikið hjá Inga Olsen, sum venjarin metti sum nøktandi, og ein maður er dekan ov lítið, tá tað helst skulu vera sjey góðir leikarar á vøllinum í senn.


Í aldudali

Seinastu dystirnar hevur annars verið líkt til, at vestmenningar hava verið í einum aldudali. Alt grundspælið taptu teir einans ein dyst, men síðani nýggjár hava teir tapt móti bæði StÍF og Neistanum, umframt at teir máttu lúta fyri Kyndli í steypakappingini.

Kanska er hetta ein avleiðing av, at venjingin hjá vestmenningunum byrjaði somikið tíðliga, men komandi vikurnar hevur liðið tó allar møguleikar fyri at koma úr aldudalinum.

Trý vikuskifti í slag skulu teir nevnliga royna seg móti teimum trimum botnliðunum, áðrenn teir í endaspurtinum skulu hitta liðini, sum løtuni liggja á øðrum, triðja og fjórða plássi í kappingini.

Megnað vestmenningar at vinna komandi tríggjar dystirnar, er lítið at ivast í, at teir standa í eini sera góðari støðu, áðrenn seinastu dystirnir verða leiktir. Hini oddaliðini hava øll onkra innanhýsis uppgerð at hugsa um í sama tíðarbili, og tískil kann væl henda, at vestmenningar hava minni trýst á sær, tá seinastu umførini skulu leikast.