Í fjør hevði landskassin 563 milliónir krónur í avlopi. Tað er úrslitið, nú roknskapurin er gjørdur upp og er latin Løgtinginum, sigur Fíggjarmálaráðið í eini fráboðan í morgun.
Fremsta orsøkin til avlopið er, at inntøkurnar av skatti, avgjøldum og tolli, hava verið hægri enn mett varð tá ið fíggjarlógini fyri 2017 varð løgd fram og samtyky
– Vit kunnu øll fegnast um, at landskassin hevur havt sítt beta úrslit síðan 2001, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Men hon heldur, at nú vit hava búskaparligan undanvind, er tað neyðugt at hava avlop.
Hon vísir á, at landskassin hevði stórt hall í átta ár á rað í árunum eftir fíggjarkreppuna. Tilsamans var hallið upp á tríggjar milliardir krónir, og sostatt er skuldin eisini vaksin hesi árini.
Hon sigur, at tað er í samsvari við politikkin hjá samgongan at hava avlop fyri at styrkja búskapin, fyri at minka um skuldina, og fyri at spara upp í Búskapargrunni Føroya til komandi tíðir.
– Hesi fyrstu trý árini í fyrstu trý árini í samgonguskeiðanum, frá 2016 til 2018, fer avlopið væntandi at verða upp á eina milliard tilsamans, sigur landsstýriskvinnan.
Til samanberingar var avlopið 158 milliónir í 2016, so tá ið avlopið í fjør var 563 milliónir, er talan sosatt um um eitt úrslit, ið er 405 milliónir betri.