Høvdu 177 milliónir í avlopi

Í hesum døgum loysir tað seg væl at fáast við fíggingarvirksemi í Føroyum

 

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í úrslitinum hjá Betri samtakinum.

Tað staðfesta tey í Betri samtakinum, nú tey hava almannakunngjørt úrslitið fyri fyrra hálvár í ár.

Fyrra hálvár 2019 hevði samtakið ein vinning, áðrenn skatt, upp á góðar 177 milliónir krónur.

Úrslitið hjá samtakinum er eitt úrslit av teimum góðu úrslitunum í dótturfeløgunum og góðu gongdini á virðisbrævamarknaðinum, sigur Betri.

Tey siga, at útlánini veksa, samstundis sum at rakstrarkostnaðurin lækkar. Bankin hevur veitt lán um alt landið, og vøksturin er størstur uttanfyri Havnina, siga tey.

Tey vísa eisini á, at hjá Betri Trygging er úrslitið eisini gott, hóast nógvir stórir brunaskaðar hava verið á sethús farna hálvárið. Tilsamans hava tey goldið endurgjald fyri 5800 skaðar.

Betri Pensjón hevur havt vaksandi virksemi við góðum avlopi seinastu árini. Avkastið frá íløguvirkseminum hjá Betri Pensjón, hevur eisini verið gott og í miðal hava viðskiftafólkini fingið eitt gott avkast í fyrra hálvári.

 Farna hálvárið hjá Betri Heimi vísir, at enn er sera stórur eftirspurningur eftir ognum í Føroyum, kappingin um at selja hús er tó harðnað, nú fleiri meklarar eru komnir á marknaðin.

 

Fyrra hálvárið hjá samtakinum í stuttum

Úrslitið áðrenn skatt: 177,4 milliónir  

Solvensurin við hálvár: 39,1%

Javnin við hálvár: 12,9 milliardir

Eginognin: 3,2 milliardir.

 

Fyrra hálvárið hjá dótturfeløgunum í stuttum:

 

Betri Banki:
Úrslitið áðrenn skatt: 69,6 milliónir

Útlán: 6,3 milliardir

Innlán: 7,7 milliardir

 

Betri Trygging:

Úrslit áðrenn skatt: 77,2 millónir

Tal á skaðum: 5800 skaðar

Skaðaendurgjald: 121 milliónir

 

Betri Pensjón:

Úrslit áðrenn skaðð: 9 milliónir

Avkast av íløgum: 81,6 milliónir

Avkast av íløgum í prosent: 6,6%