Edmund Joensen heldur, at útsøgnirnar hjá løgmanni »grensa til tað barnsliga« – tí, sum hann sigur, so hava vit fullveldi á fiskivinnuøkinum, og tí er hetta ein trupulleiki millum Føroyar og ES og ikki Føroyar og Danmark, sigur gamli sambandshøvdngin, sum í síni tíð bleiv vippaður av pinninum sum formaður Sambandsfloksins.
– Við verandi politisku hugsan í Tinganesi er øvugtur logikkur galdandi – at øll skipanin má broytast, tá ið ósemja er um eitthvørt á einum yvirtiknum málsøki, har ið Føroyar hava fult ræði. Hetta kann ikki vera meiningin. Her hongur ikki saman. At Danmark sum ES-land fylgir ES-rætti, hevur verið kent síðani 1. jan. í 1973, tvs. í 40 ár. Harumframt vita øll, at stjórnarskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal og Sjúrði Skaale er loysing gjøgnum bakdyrnar, og tað er ikki vegurin fram fyri Føroyar, sigur Edmund Joensen, sum leggur løgmann undir at stýra eftir ætlanini hjá fullveldislandsstýrinum.
– Vit skulu útvikla Ríkisfelagsskapin til frama fyri allar føroyingar – ikki avvikla hann. Ein stjórnarskipan broytir ikki ES-boykottið. Tað verður neyvt hitt sama. Hitt einasta, sum í roynd og veru broytist við einari stjórnarskipan er, at man spælir kortini upp í hendurnar á fullveldisfólkum.
Soleiðis eru hugsanirnar so ymiskar, og løgmaður hevur sjálvandi loyvi at hava sína. Eisini tað tryggjar grundlógin, sigur Edmund Joensen so speiskliga um sín egna formann.
Løgmaður svara soleiðis í almennum brævi til Edmund Joesen:
– Til mín partamann og floksfelaga Edmund Joensen, tað er hugstoytt at verða persónliga niðraður við viðmerking tínari á Portalinum, at Løgmaður sigur so nógv, beint eftir einum samráð.
Vinaliga lat okkum standa saman í hesum álvarsmáli og draga somu línu og verja føroysk áhugamál og ikki donsk.
Eg havi ikki og fari ikki at geva meg, sum tað bleiv gjørt í 1996, tá vit løgdu okkum fløt fyri ES og donskum áhugamálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tilsipingin til 1996 hevur beinleiðis adressu til Edmund Joensen, sum var løgmaður, tá vit sambært Kaj Leo Johannesen »løgdu okkum fløt fyri ES og donskum áhugamálum.