Høvdingar hittust

Um vikuskiftið varð siðvanda kviktalvskappingin Ciudad de León telvað í Spania

Talv

Seinastu árini hava telvararnir havt møguleika at nýta talvforrit sum stuðul, men í ár eru fyrireikararnir farnir aftur til góða gamla kviktalvsstílin.
Telvararnir vórðu hesir: 1. Veselin Topalov (2804) úr Bulgaria 2. Viswanathan Anand (2803) úr India 3. Francisco Vallejo Pons (2666) úr Spania og 4. Lazaro Bruzon (2652) úr Kuba.
Mannagongdin varð sum vant tvær hálvfinalur og síðani finala.

Anand í trupulleikum
Í fyrru hálvfinaluni fríggjadagin mundi tað eydnast Bruzon at basa Anand. Øll fýra kviktalvini (25 min. hvør) endaðu við javnleiki. Í umtalvunum vann Bruzon fyrsta snartalvið og átti ikki at tapt tað seinna. Men Anand vísti sín mátt og vann at enda dystin við marathondystin 4,5  3,5.
Anand hevði annars ring úrslit at vísa á frá júst telvdu talvolympiadu. Á komandi ratinglista, sum verður kunngjørdur 1. juli, dettur Anand niður um 2800-markið.
Heimsmeistarin Veselin Topalov vann seg í finaluna eftir 2,5-1,5 sigur á Vallejo. Eftir fyrstu trý kviktalvini, var dysturin avgjørdur. Topalov var nevniliga á odda 2,5-0,5. Vallejo fekk tó pyntað á úrslitið við einum óvanliga knúsandi sigri í fjórða og einki-sigandi talvinum.

Øgiligur kviktelvari
Høvdingarnir í heimselituni í finaluni. Soleiðis skal tað vera. At gagnnýta sína favorittrollu sigur nógv um mentalu styrkina hjá einum, serliga í talvítróttinum.
Topalov er í løtuni sterkasti telvari í heiminum. Men í kviktalvi verður Anand mettur at vera tann stinnasti. So at siga í hvørjari kvikkapping Anand telvar við í, vinnur hann hana.
Í fyrsta talvinum royndi Topalov at knekka Anand, men hóast meirfinnu, eydnaðist tað indaranum at halda tørn. Javnleikur. Anand vann hegnisliga næsta talvið, tá hann leikti rókaendatalvið betur enn Topalov. Heimsmeistarin megnaði ikki at fáa meir enn javnt í triðja- og í fjórða talvinum, og tískil endaði dysturin við 2,5-1,5 sigri til Anand.