Høvdingar hittast til víkingafund

Høvdingar innan víkingaraldarvísind hittast í Føroyum um dagarnar á víkingafundi at leggja fram og skifta orð um granskingarúrslit. Hetta er fjúrtandi fundurin í eini røð, sum byrjaði í Hetlandi í 1950

 

Frá í dag og fram til mánadagin eftir ólavsøku seta vísindafólk úr Norðurlondum, Stórabretlandi og Írlandi hvørjum øðrum stevnu í Havn.

Endamálið hjá teimum 85 gestunum og teimum 15 føroyingunum er at luttaka á fjúrtanda víkingafundinum, sum í ár verður hildin í Føroyum.

Víkingafundir eru tvørvísindaligir fundir, har fremstu víkingaaldargranskarar innan flest allar søguligar vísindagreinar hittast og leggja fram seinastu granskingarúrslitini, samstundis sum teir fáa høvi at kunna seg um víkingagranskanina í vertslandinum og skoða søguliga støð og fornminni.


Aðru ferð í Føroyum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at víkingafundur verður hildin í Føroyum. Tí í 1965, fimtan ár eftir fyrsta víkingafundin, varð fyrsti fundurin settur í Føroyum.

Sambært teimum, sum luttóku á tí fundinum, var hetta ein væl eydnaður og væl umtóktur fundur, bæði av føroysku og útlendsku luttakarunum. Og tað var eisini á hesum fundinum, at víkingafundurin fekk sítt skjaldramerki, sum Janus Kamban teknaði. Skjaldramerkið er ein føroysk held.

Orsøkin til, at heldin gjørdist skjaldramerkið hjá víkingafundinum kom av, at Bjarni Niclassen, fyrrverandi stjóri á Læraraskúlanum, gjørdi heldir til gestirnar til minnis um vitjanina í Føroyum. Hetta tiltak varð so mikið væl móttikið, at Janus Kamban teknaði eina held, sum beinan vegin bleiv til skjaldramerkið fyri allar víkingafundir.

Aftur í ár fara útlendsku gestirnir á víkingafundinum at fáa hvør sína held gjørda úr horni frá føroysku fyrireikarunum, sum minni um ferðina í Føroyum. Fyrireikingarnevndin hevur sett fólk í gongd við at gera heldir til tiltakið.


Sjeyti fyrilestrar

Nógvir fyrilestrar eru á skránni fyri víkingafundin fram til ólavsøku. Teir eru nærum sjeyti í tali. Men kortini verður bert ein teirra almennur.

Høvuðsevnið fyri fyrilestrarnar er víkingaøld og eldra miðøld í Norðuratlantshavi og mentanarárin uttan eftir á samfeløgini í Norðuratlantshavi í nevnda tíðarskeiði og framman undan.

Almenni fyrilesturin hevur eitt meira dagsaktuelt evni. Fyrireikararnir hava valt at royna at geva spurninginum um ríkisrættarligu støðu Føroya eina søguliga dimmensión við einum fyrilestri um støðuna hjá skattlondonum í norska ríkinum.

Skattlond eru londini í vestri, sum á sinni vórðu bygd úr Noreg, men ikki vórðu roknað sum partur av Noreg, men sum kortini í miðøld komu undir norsku krúnuna. Og tað verður Knut Helle, professari í Bergen, ið fer at seta spurningin: »Hvussu skulu vit fata støðuna hjá skattlondunum í norska ríkinum?«.

Fyrilestrarnir, sum verða hildnir á víkingafundinum, verða seinni givnir út í bók.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, er verji fyri víkingafundin, og Arne Thorsteinsson, Jóhan Hendrik Wither Poulsen, Símun V. Arge og Turið Sigurðardóttir standa fyri fyrireikingunum.