Høvdið á Pingel er gull vert

Við tveimum fínum stútarum hevur Sebastian Pingel verið heilt sentralur, nú B36 og Levadia gera seg til longda leiktíð

Tað er dramatikkur og spenningur á Tórsvøll, har B36 í góðveðrinum í kvøld hevur vitjan av Levadia úr Estlandi.

Støðan er 2-2 eftir tvær ferðir trý korter. Tí er neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir eitt korter – sum tað nú verður riggað til at fara undir.

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og fyrstu løtuna eftir steðgin sá tað einki út hjá B36, tí mótstøðuliðið spældi seg til møguleikar og legði seg á odda 1-0.

Tá varð B36 sum hamskift. Hugburðurin vísti seg at vera øðrvísi, heimamenninir vunnu fleiri nærdystir, og so eydnaðist tað at skora tvey mál. Harvið var B36 á odda 2-1, men tað eydnaðist gestunum at javna til 2-2, og so er neyðugt við longdari leiktíð.

Heilt eyðsýndur og sentralur á B36 liðnum í seinna hálvleiki var álopsspælarkn Sebastian Pingel. Hann javnaði til 1-1 við fínum stútara eftir horna úr vinstru frá Alex Mellemgaard, og hann legði við stútara B36 á odda 2-1 við stútara, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt inn fyri úr høgru og Alex Mellemgaard úr vinstru og við høvdinum legðin inn undir aftur málið, har Sebastian Pingel var á blettinum.

2-2 og nú eru teir farnir undir longda leiktíð.