Høvdavirkið, FMP í Leirvík: Hevur turkað 2.000 tons av høvdum

30 vaksin fólk umframt 15-16 skúlanæmingar turka høvd á nýskapandi høvdavirkinum í Leirvík. Skúlanæmingarnir arbeiða eftir somu bonusskipan, sum hini fólkini á virkinum, og teir eru væl nøgdir

FMP, Faroe Marine Products, eitur felagið, sum leygardagin, 8. september 2001 fór undir nýskapandi virksemið í Leirvík ? at turka høvdu til nigerianska marknaðin við fjarhita frá brennistøðini hjá IRF.
Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, at virksemi byrjaði ein leygardag, men søgan er hendan:
FMP er eitt føroyskt/ íslendskt felag, har føroyingar eiga 50% og íslendingar 50%. Íslendingar vildu, at framleiðslan skuldi byrja ein fríggjadag, tí tað merkir eydnu í Íslandi. Men í Føroyum er hesin dagurin ikki hin best dámdi til nýggja byrjan, tí hann merkir óeydnu. Føroyingar hildu, at mánadagurin var hin rætti at byrja, men mánadagur er óeydnisdagur í Íslandi; so tað bar heldur ikki til. Valið fall ímillum hesar báðar dagarnar, og tí fekk arbeiðsfólkið boð um at møta til arbeiðis leygardagin, 8. september.
Stóra framleiðsluorku
FMP keypir høvd úr øllum landinum. Keypt verða toskarhøvd, upsahøvd og hýsuhøvd, sum verða løgd á rimar og turkað í eina góða viku ella so ? alt eftir, hvussu stór ella smá høvdini eru. Síðan verða tey pakkað í hessian-sekkir og send niður á nigerianska marknaðin. Eirikur á Húsamørk sigur, at framleiðsluorkan á virkinum er 9.000 tons um árið, men hetta fyrsta árið hava teir sett nøsina upp ímóti 6.000 tonsum. - Higartil hava vit turkað 2.000 tons av rávøru. Vit turka vanliga góð 150 tons av toskarhøvdum um vikuna, og tað eru vit nøgdir við. Hitan, sum nýttur verður til turkingina, keypir virkið frá IRF, og Eirikur sigur, at hetta samstarv eru teir sera væl nøgdir við.
Upprunaliga er virkið hjá FMP bygd sum lýsivirki, men fótaði sær av ymiskum orsøkum ongantíð sum slíkt. Longu tá keypti virkið fjarhita frá IRF.
- Virksemið, sum nú er á virkinum, krevur nógv meira hita enn framleiðslan av rálýsi kravdi, og tí verður hitin nógv betri gagnnýttur nú.
Á FMP arbeiða 30 fólk vanliga frá kl. 8 til 16. Men tá ið nógv er at gera, hevur virkið 15-16 skúlanæmingar til arbeiðis frá kl. 16-20. Hesir arbeiða undir somu bonusskipan, sum hini fólkini, og næmingarnir eru væl nøgdir.
Eingin fær minni enn tímaløn, men ert tú ágrýtin og fær nógv frá hondini, tjenar tú eisini meira.
Gott samstarv við íslendingar
FMP er stovnað við 4 milj. krónum í eginpeningi, og tað er nógvur peningur. - Hetta er eitt stórt og nýskapandi virki, og tí er neyðugt við stórum eginkapitali, sigur Eirikur.
Hann vísir á, at tað hevði ikki latið seg gjørt at bygt upp hetta virksemi so skjótt, um teir ikki fóru út í hetta samstarv við íslendingar, sum hava 20-30 ára royndir við hesi framleiðslu og marknaðinum, sum fyri føroyingar var meira ella minni ókendur.
- Royndir vórðu gjørdar í Syðrugøtu at turka høvd, men hesar hildu uppat, tá ið virkið brendi, leggur hann aftrat.
Laugarfiskur, sum er íslendski parturin við 45%, hevur 20 ára royndir innan framleiðslu og sølu av turkaðum høvdum. Eitt annað felag í Íslandi, Norðfish, eigur hini 5% av íslendska partinum.
Í Føroyum eigur Sp/f H. Konoy 45% og ein einstakur persónur hini seinastu 5%.
- Tað er neyðugt at læra at grulva, áðrenn tú lærir at ganga, og tá ið tú lærir teg at ganga, kann vera gott at hava onkran at halda í hondina á.
Annars kanst tú detta og sláa teg illa. Vit høvdu ongantíð megnað at bygt hesa framleiðslu upp so skjótt uttan íslendska hjálp, sigur Eirikur á Húsamørk.