Hóvasták burtur úr skotnum úlvi

Eftir at hava verið burtur í 200 ár, er úlvur nú komin aftur til Danmarkar. Kjakið gongur heitt um, hvørt úlvur yvirhøvur hevur nakað at gera í landinum longur.

Herfyri varð ein úlvur skotin eystan fyri Ulfborg á Vesturjútlandi, og sama dag varð ein 66 ára gamal maður, sum býr á leiðini, skuldsettur fyri drápið. Maðurin noktar seg sekan.

 

Nógv kjak hevur verið í donskum miðlum seinastu tíðina um, hvørt úlvur yvirhøvur hevur nakað at gera í Danmark longur, og hetta er helst fyrstu ferð, at úlvur er skotin í Danmark, síðan úlvar aftur hava verið at sæð í landinum eftir at hava verið burtur í 200 ár.

 

Á einari síðu standa tey, sum halda, at úlvar skulu skjótast, um teir vísa seg at vera hóttandi ella leita upp fólk aftur og aftur. Á hinari síðuni standa tey, sum vísa á, at tann, sum skeyt úlvin henda dagin, var í bili, og tískil ikki kann hava kent seg hóttan.

 

Tað vóru tvey eygnavitni, sum meldaðu tilburðin, tá úlvurin varð skotin. Tey høvdu allan dagin tikið myndir og filmað úlvar við Ulfborg, og í hesum eina førinum endaði tað so við, at tey eisini fingu skjótingina á film.

 

Sama dag skuldsetti løgreglan 66 ára gamla mannin fyri at bróta veiðilógina og kunngerðina, sum friðar øll villini djór. Úlvur er nevniliga friðaður í øllum Evropa, og í Danmark kann sektin fyri at skjóta úlv verða upp til tvey ára fongsul.

 

Tó eru tvey undantøk.

 

Annað er, um úlvur eitt nú býtir seg fastan í barkan á kálvi - og í øðrum lagi, um talan er um ein sonevndan “promlem-úlv”, sum aftur og aftur leitar upp menniskju ella leypir á húsdjór hóast roynt hevur verið at styggja hann burtur.

 

Men, áðrenn tú yvirhøvur kann skjóta ein úlv, noyðist tú at søkja um loyvi. Danska Umhvørvisstýrið hevur viðgjørt eina slíka umsókn, men hon varð ikki gingin á møti.

 

Danska løgreglan fer at avhoyra skuldsetta um úlvadrápið seinni í mai, tá tey eru komin longri við kanningararbeiðnum. Løgreglan hevur eitt nú funnið eina skotna patrón á leiðini, har úlvurin varð skotin, og tey hava eisini funnið patrónhylki í bilinum hjá skuldsetta.

 

Patrónirnar skulu samanberast við veiðiriflur, sum løgreglan hevur lagt hald á hjá skuldsetta. Løgreglan hevur eisini lagt hald á fartelefon og kannar, um her eru myndir ella annað tilfar, sum kann stuðla undir illgrunan um, at tað er skuldsetti sum skeyt úlvin.

 

Løgreglan bíðar eisini eftir endaliga úrslitinum av obduktiónini og einari dna-roynd, sum skal staðfesta, at talan veruliga var um ein úlv, sum varð skotin henda dagin í Ulfborg á Vesturjútlandi.