Hóttur við knívi

Ein hýruvognsførari varð fríggjamorgunin klokkan trý hóttir við knívi.

Maðurin við knívinum varð meldaður til løgregluna, sum tók mannin inn. Hann er nú skuldsettur, men hann varð ikki stillaður fyri grundlógarforhoyr. Kriminaldeildin kannar málið.