Tað fall ikki í góða jørð, at Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, í grein í Sosialinum úttalaði seg kritiskt um tann arbeiðshátt, sum varð nýttur undir sonevndu Menas kanningini.
Eftir at greinin varð prentað, hevur hann fingið so harðar ákoyringar frá rektaranum á Setrinum, at hann nú hevur valt at fara í farloyvi fyri at koma burtur frá øllum rokinum. Í sama viðfangi hevur hann heitt á Magistarafelagið um at lata sakførara hyggja at málinum.
Tá tað kom Jógvan Mørkøre fyri oyra, at Setursleiðslan hevði viðgjørt greinina á einum fundi og avgjørt, at greinin skuldi fáa avleiðingar, valdi hann at søkja um farloyvi.
- Nú er tíðin komin til at eg taki meg burturúr hesum og lati sakførara hjá Magistarafelagnum hyggja eftir málinum, sigur Jógvan Mørkøre, sum ikki kennir seg hava orsøk til at irða seg um nakað av tí, hann hevur sagt við blaðið.
- Ivi var sáddur um óhefta leiklutin hjá Fróðskaparsetrinum í hesum kanningararbeiðinum, og málið er endað sum fyrispurningur í tinginum, tí at Fróðskaparsetrið valdi at stinga høvdið í sandin í staðin fyri at bera so í bandi, at øll kort vórðu løgd á borðið, sigur Jógvan Mørkøre. Gitingar og leysasøgur fingu frítt spæl, har navngivnir persónar fingu hongt bæði líkt og ólíkt um hálsin. Tað kann eingin liva við í longdini. Fyrr ella seinni noyðist tú at taka blaðið frá munninum, sigur Jógvan Mørkøre.