Nú um vikuskiftið tók løgreglan í Eysturoy ein arbeiðsgevara fyri at hava hótt tvey starvsfólk hjá sær við lívinum.
Samstundis varð ein hjálparmaður hjá arbeiðsgevaranum eisini tikin fyri tað sama.
Báðir menninir vórðu fyri í Føroya Rætti um vikuskiftið, har teir vórðu skuldsettir fyri at hava hótt tvey útlendsk starvsfólk við lívinum.
Teir høvdu eisini tikið passini frá teimum útlendsku starvsfólkunum og sostatt forða teimum í at sleppa av aftur landinum.
Men tey útlendsku starvsfólkini meldaðu málið til løgregluna, sum síðani handtók teir báðar menninar.
Rætturin gjørdi av at fongsla báðar menninar ímeðan løgreglan kannar málið.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni sigur, at forboð er fyri at nevna nøvn í málinum fyri ikki at órógva kanningararbeiðið og av tí sama var rættarmálið eisini fyri læstum hurðum.
Sostatt er tað ikki nógv, sum hann kann siga um málið.
Teir báðir menninir noktaðu seg sekar.