Starvsmannafelagið setir nú fíggjarmálaráðnum knívin á barkan í trætuni um portørarnar. Starvsmannafelagið hóttir nú, at portørarnir fara í verkfall, vil fíggjarmálaráðið ikki samráðast um sáttmála fyri portørarnar, sum eru limir í felagnum.
Tað stendur í skribi, sum felagið júst hevur sent út, og sum er soljóðandi:
Víst verður til tað, sum fyrr er farið fram í hesum máli, seinast fund millum Fíggjarmálaráðið, Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Sagt skal vera frá, at felagið ikki góðtekur aðra loysn í hesum máli, enn at Fíggjarmálaráðið tingast við Starvsmannafelagið um sáttmála fyri portørlimirnar í felagnum.
Fíggjarmálaráðið visti og fekk boð um, at næstan allir portørarnir tóku seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag tann 1. oktober 2006. Hóast Fíggjarmálaráðið fekk greið boð um, at Havnar Arbeiðsmannafelag ikki longur umboðaði portørarnar og sostatt ikki hevði nakra fulltrú at samráðast teirra vegna, gjørdi ráðið nýggjan sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag fyri hesar persónar. Ynskið hjá portørunum um sáttmálatingingar gjøgnum Starvsmannafelagið varð púrasta skúgvað til viks. Hetta er ein grov vanvirðing av portørunum sum almennum starvsfólki og sum starvsbólki.
At Fíggjarmálaráðið ikki vil veita portørunum somu tænastu sum øðrum almennum starvsfólki og sýtir fyri at flyta limagjøld og tryggingargjøld til yrkisfelagið, vísir bara uppaftur greiðari, hvussu ósaklig dagsskráin hjá ráðnum er í hesum máli.
Sum Fíggjarmálaráðið uttan iva veit, er tað ein arbeiðsrættarlig høvuðsregla, at eitt fakfelag hevur krav upp á sáttmálasamráðingar/sáttmála, um talan er um eitt sáttmálaøki, sum náttúrliga fellur inn undir fakliga virkisøkið hjá felagnum, og felagið hevur meginpartin av teimum starvandi á økinum sum limir.
Í hesum føri ger Fíggjarmálaráðið - hóast greið boð um at lata vera - sáttmála við eitt lokalfelag fyri Tórshavn, sum portørarnir kring landið einki nattúrligt tilknýti hava til, og sum teir ikki eru limir í! Tað er eyðsæð, at Starvsmannafelagið, sum er eitt landsumfatandi felag á tí almenna sáttmálaøkinum, og sum hevur sáttmála fyri aðrar starvsbólkar á sjúkrahúsunum, er tann mest nátturligi sáttmálaparturin - ikki at tala um, tá portørarnir eru limir í felagnum.
Boðað verður tí við hesum frá, at vil Fíggjarmálaráðið ikki tingast við Starvsmannafelagið um sáttmála fyri portørarnar, sum eru limir í felagnum, fara nevndu portørar at leggja arbeiðið niður mánamorgunin 12. mars 2007, kl. 08.00.