Beint fyri klokkan fýra náttina til leygardagin vóru tveir mans, sum gingu við Keypsamtøkuna í miðbýnum steðgaðir av einum øðrum manni. Hesin maðurin tekur ein knív fram, og hóttir við at stinga menninar. Á ein ella annan hátt fáa menninir tosa hóttandi mannin frá at stinga, og brádliga rennur maðurin bara avstað.
Politiið í Havn upplýsir, at teir hava fingið eina góða frágreiðing um, hvussu maðurin sær út, og arbeitt verður í løtuni við at fanga mannin.
Rútar brotnir
Herverk
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið, sum hevur verið rættiliga langt av tí, at Dýri biðidagur var fríggjadagin, hevur politiið í Havn fingið tvær fráboðanir um herverk.
Annað var í Tróndargøtu, har ein rútur var brotin, og somuleiðis var ein rútur eisini brotin í Dómaraskrivstovuni í C. Pløyens gøtu.
Politiið hevur ongan gerningsmann funnið, og heldur ongin er mistonktur enn.
Upplýst verður annars av politigarðinum, at løgreglan hevur verið úti til húsaófriðir einar tvær ferðirnar um vikuskiftið, og nøkur smærri ferðsluóhapp hava eisini verið. Men ongin fólkaskaði stóðst av ferðsluóhappunum.
Fýra persónar hava verið og gist í brummuni um vikuskiftið.
Onkur er eisini vorðin tikin fyri at koyra ávirkaður, men politiið ásannar, at nógv minni koyring er nú, tí tað er verkfall.