Hóttir við at taka ræðið av Bjarna Djurholm

Leggur Landsstýrismaðurin ikki uppskot fyri Løgtingið beinanvegin um at gera undirsjóvartunnil til Sandoy, fer Gerhard Lognberg sjálvur at leggja uppskotið fram

Gerhard Lognberg er í eini rættiligari tvístøðu.

Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, er hann til reiðar at slíta samgonguna afturfyri, at Løgtingsformaðurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera Føroyar til eitt valdømi.

Men er tað nakað, hann eisini hevur lagt stóran dent á, er tað at fáa gongd á arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Sands.

Verður samgongan slitin, er vandi fyri, at stígur kemur í ta ætlanina.

Samstundis vil Sambandsflokkurin hava, at tunnilin verður útsettur til í 2010.

Men tað vil sandoyingurin ikki hoyra talan um.

- Eg haldi meg bara til tað, sum vit í samgonguni hava tosað um alt valskeiðið og tað er, at Sandoyartunnilin skal fyrireikast nú, so at arbeiðið kann byrja næsta ár.

- Tí skal uppskot um undirsjóvartunnin leggjast fyri Løgtingið so skjótt, sum vit hava fund aftur fyrst í september.

Gerhard Lognberg sigur, at kemur nakað í vegin, so at Bjarni Djurholm ikki leggur uppskotið fram, má onkur annar leggja uppskotið fram.

- Leggur landsstýrismaðurin ikki uppskotið fram, fari eg sjálvur at leggja tað fram, tí tað skal fyri Løgtingið nú, staðfestir hann.

- Dettur tað niðurfyri nú, er tað vandi fyri, at tað ganga fleiri ár, áðrenn tað kemur fram aftur, stúrir hann fyri.

- Og eg vil ikki standa modell til at verða drigin upp á trá í eitt heilt valskeið og tí skal Sandoyartunnilin á dagsskrá nú, sigur hann.