Maðurin, sum seinnapartin fór inn í ein banka í Berlin og tók eitt av starvsfólkunum gísla, sýtir framvegis fyri at geva seg yvir. Tvørturímóti hevur hann hótt við at spreingja bankan í luftina. Tað skriva týskir fjølmiðlar í kvøld.
Sambært fjølmiðlunum vóru umleið 20 starvsfólk í deildini hjá Deutche Bank í Zehlendorf, tá maðurin kom inn, og tað eydnaðist øllum uttan einum at sleppa til rýmingar ígjøgnum bakdyrnar. Hetta var júst um afturlatingartíð.
Ein talsmaður fyri løgregluna segði fyrr í kvøld, at gíslatakarin hevði kravt at fáa pengar og frítt at fara.
-Hetta er sera álvarssamt og harafturat vandamikið, sigur talsmaðurin hjá løgregluni við blaðið Berliner Morgenpost. Hann leggur afturat, at løgreglan hevur fyrireikað seg til eina langa nátt.










