Í sambandi við viðgerðina av uppskotinum um váðaráð, spurdi formaðurin í Sambandsflokkinum, hví Løgtingið ikki fekk eitt bræv frá danska vinnuráðharranum at síggja.
Hann helt ikki, at tað er rætt, at landsstýriskvinna fjalir upplýsingar fyri landsstýrinum í einum so týdningarmiklum máli. Hann helt eisini, at verður hetta brævið ikki lagt fram, so er neyðugt at umhugsa at fara til landsstýrismálanevndina við hesum máli.
Landsstýriskvinnan segði, at fíggjarnevndin var kunnað um, at samskifti var við danskar myndugleikar um markamót millum danskar og føroyskar myndugleikar, og at gildiskoman fyri Føroya váðaráð varð útsett nevnliga fyri at fyrst at koma á mál við samráðingum og markamótum áðrenn hesin partur var settur í gildi.
-Fíggjarnevndin hevur fingið brøv og svar sendandi, og nógv samskifti er framhaldandi millum partarnar, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
Bárður Nielsen umrøddi eitt viðheft skjal til brævið, og landsstýriskvinnan vísti á, at talan var um eitt arbeiðsskjal, ið báðir partar arbeiddu við at orða neyvari, so lógarteksturin viðvíkjandi markamótum kundi nágreinast og leggjast fyri Løgtingið um broytingaruppskot væntandi seinni í dag”.
-Eg skilji ikki hví Løgtingið ikkilongu hevur fingið fær allar upplýsingar í málinum, segði Bárður Nielsen, sum eisini fanst at, at hann ikki fekk svar uppá sínar spurningar.