- Eg vil ikki taka ábyrgdina av hesum longur!
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur eitt treytaleyst krav til samgonguna.
Og kravið er, at antin tekur samgongan undir við umfatandi bygnaðarbroytingum á fólkaskúlaøkinum, ella sigur hon landsstýrissessin frá sær.
Men hon leggur afturat, at tað er nú, at bygnaðarbroytingarnar skulu setast í verk.
- Tær skulu vera settar í verk tá ið næsta skúlaár byrjar í august, annars eri eg ikki við meiri, sigur landsstýriskvinnan.
Men tað verður longu um einar fýra mánaðir, at Helena Dam á Neystabø fær greiði á, um samgongan gongur krøvum hennara á møti.
Tað hendir tá ið fíggjarkarmurin fyri 2012 verður lagdur fyri Løgtingið í seinasta lagi 31. mars 2011.
Ikki við longur
Landsstýriskvinnan viðgongur, at tað gongur ómetaliga strilti at fáa undirtøku fyri teimum bygnaðarbroytingunum, sum eru neyðugur.
Sjálv umsitur hon skúlaverkið og landsstýriskvinann sigur, at við tí fíggjarkarmi, sum skúlaverkið fær í 2011, verður tað eitt krav frá henni, at bygnaðarbroytingarnar í fólkaskúlanum verða gjøgnumførdar frá næsta skúlaárið at rokna, altso á sumri í 2011.
Endamálið við bygnaðarbroytingunum skal vera at leggja skúlar saman fyri at kunna gagnnýta játtanina nógv betri.
Hon sigur, at verða bygnaðarbroytingarnar ikki settar í verk, ber ikki til at hava tann fólkaskúla, hon vil leggja navn til og so verður neyðugt at finna annað landsstýrisfólk í mentamálum at umsita skúlaverkið.
Sama krónutal
Hon sigur, at í 2011 er ætlanin at fólkaskúlin skal hava somu játtan, sum í 2010.
- Tí verður avgerðandi neyðugt at broyta skúlabygnaðin fyri at fáa pengarnar at røkka til soleiðis at vit kunnu varðveita ein skúla á einum støði, eg vil leggja navn til.
Hon sigur, at tey hava longu spart tað, sum hon heldur at tað ber til at spara og tí skulu antin fleiri pengar til, ella ein umfatandi bygnaðarbroytingar til fyri at varðveita ein skúla á norðurlendskum støði.
Ein trupulleiki, sum ikki ger hetta lættari, er, at spurningurin um bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum og broytingarnar í kommunubygnaðinum eru tengdar saman.
Tí ber ikki til at nýskipa skúlan, fyrenn semja eisini fæst í samgonguni um at nýskipa kommununala bygnaðin við tí endamáli at leggja allar Føroyar saman í sjey kommunur.
Tað er ikki semja í samgonguni um at nýskipa skúlan, men tað er enn minni semja um at nýskipa kommunubygnaðin, so Helena Dam á Neystabø ásannar, at uppgávan verður torfør.
Vit eru ósamd
Helena Dam á Neystabø staðfestir, at tað vísir seg at vera sera torført at fáa undirtøku fyri teimum bygnaðarbroytingum, hon heldur, skulu til fyri at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og búskapin.
Hon hugsar um nógv umrøddu bygnaðarbroytingarnar á fiskivinnuøkinum, kommunuøkinum og ikki minst, á skúlaøkinum, sum hon sjálv umsitur í landsstýrinum.
- Men veruleikin er, at heldur ikki innanfloks í Javnaðarflokkinum er semja um hesar nýskipanirnar, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at tað krevst eitt stórt arbeiði innanfloks í Javnaðarflokkinum at gera virðisgrundarlagið hjá flokkinum upp og so at fáa greiði á, hvørjum øðrum flokkum, vit kunnu røkka teimum málunum saman við.
- Vit mugu koma burtur úr hesi naggatódnini, sum hevur havt lyndi til at bíta seg fasta. Hvørja ferð, vit koma í fíggjarliga trupulleikar, vísir tað seg, at vit hava bara eitt amboð og tað er at fara runt við sláimaskinuni, tí nýskipanirnar og bygnaðarbroytingar taka ov langa tíð at gjøgnumføra.
- Og tá kunnu vit koma at gera okkum inn á okkara hjartamál.
- Tí mugu vit fáa ferð á bygnaðarbroytingarnar, so at vit fáa eitt langtíðar-perspektiv inn í politikkin, sigur Helena Dam á Neystabø.
Upp í 20 milliónir
Helena Dam á Neystabø hevur ikki fulla greiði á, hvussu nógvur pengingur skal finnast fyri at fólkaskúlin skal hava nøktandi karmar.
Men hon sigur, at talan er um fleiri milliónir, kanska eina tveysiffraða milliónaupphædd.
Ein vanlig framskriving er ímillum fimm og 20 milliónir, men tað veldst eisini um, antin almennu lønirnar hækka og um hvussu nógv, vit vilja menna skúlan.
Annars er játtanin til fólkaskúlan hækka, men afturfyri er virksemi nógv økt, sum ein avleiðing av pisakanningum, eftirútbúgvingum og øðrum raðfestingum.
- Men so blivu sparingar settar í verk og avleiðingin av tí var, at vit máttu taka 1000 burtur úr skúlanum um vikuna frá 1. august í ár.
- Tað kann ikki halda fram og tí mugu bygnaðarbroytingar til, staðfestir landsstýriskvinnan.