Hóttir við at fara at regna

Sunnudagin nærkast eitt lágtrýst teimum bretsku oyggjunum av vestri og eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast Føroyum av suðri. Í næstu viku fer lágtrýstið fram við sunnan fyri Føroyar og síðani streymar turrari luft inn yvir landið av landnyrðingi og norðri. Seinni í vikuni streymar heit og slavin luft inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, sunnanfyri møguliga upp í hvassan vind, 8 til 13 m/s. Samdrigið og stundum regn. Mánanáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s og nakað av regni. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri, undir 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt ælið, í støðum sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av norðri og útnyrðingi, undir 8 m/s. Okkurt ælið, men eisini løtur við sól. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 12 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 3 til 8 m/s, turt og sólin sær. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, og tað fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og támut, í støðum mjørki og regn ella sirm av og á. Hitin alt samdøgrið um 13 stig.