Hóttir við at bumba Iran

Amerikanski ST-sendiharrin hóttir nú við at bumba kjarnorkuverk í Iran, sum svarar aftur við at hótta við at steðga oljuútflutninginum.

-Teir eiga at skilja, at allir møguleikar liggja á borðinum, og teir eiga eisini at skilja, hvat tað merkir. Vit kunnu søkja at ymsum málum, eisini kjarnorkuútbúnaðinum.

Orðini eigur amerikanski ST-sendiharrin, John Bolton, og tey fullu á einumn fundi, sum hann hevði við bretskar politikarar í síðstu viku. Sambært AP vísa tey, hvussu álvarssom støðan viðvíkjandi teimum iransku kjarnorkuverkætlanunum veruliga er, nú altjóða kjarnorkueftirlitið IAEA skal viðgera málið í vikuni.

John Bolton verður roknaður sum ein av teimum harðrendu í amerikonsku umsitingini, og hann er fyri at forða iranum í at útbyggja kjarnorkuna. Men sambært bretskum politikarum, sum hittu hann og onnur amerikonsk umboð í síðstu viku, hava uttanríkisráðið og fregnartænastan CIA hug at fara heldur hóvligari fram ímóti Iran.

Iran kann koma á dagsskránna hjá ST-trygdarráðnum longu í næstu viku, um IAEA velur at spæla bóltin hagar. Amerikanska blaðið Time Magazine veit at siga, at USA hevur longu fyrireikað seg til, at málið kemur í trygdarráðið, og at USA er í ferð við at útverga prógv fyri, at Iran er í ferð við at gera eina kjarnorkubumbu, sumn er átøk teimum, sum amerikanararnir tveittu niður yvir Hiroshima og Nagasaki í 1945. Prógvið sigst vera ein tekning, sum CIA skal hava funnið á einari farteldu hjá einum iranskum kjarnorkuverkfrøðingi, skrivar blaðið.


Oljan sum vápn

Sambært blaðnum ætla amerikanararnir, at prógvið skal fáa Russland og Kina at taka undir við revsiatgerðum ímóti Iran, men Time Magazine ávarar um, at hetta kann enda, sum tá Colin Powell á sinni royndi at sannføra heimin um øll hópoyðingarvápnini hjá Saddam Hussein. Sambært blaðnum skal CIA eisini hava ávarað um, at tænastan hevur ikki funnið nakra "rúkandi skammbyrsu" í Iran at leggja á borðið.

Iranar hava longu svarað, at teir eru til reiðar at svara aftur, gera USA ella trygdarráðið seg inn á landið.

-Skal trygdarráðið viðgera støðu okkara, kann tað elva til trupulleikar hjá øðrum eins væl og hjá okkum, men vit vilja helst sleppa undan at brúka oljuna sum vápn, segði iranski samráðingarleiðarin, Ali Larijani, mánadagin.