Hóttir við arbeiðssteðgi

Fær Føroya Pedagogfelag ikki nøktandi svar frá løgmanni uppá fyrispurning, hvør rættarstøðan hjá felagnum er, lýsir felagið við arbeiðssteðgi og 500 pedagogar fær heim

 

RÆTTARLOYSI

Gjáramorgunin handaði nevndin í Føroya Pedagogfelag løgmanni eitt bræv. Felagið vil hava løgmann at skera ígjøgnum í spurninginum um, hvør rættarstøðan hjá felagnum er. Spurningurin verður reistur, tí Pedagogfelagið hevur fingið mótstríðandi upplýsingar frá tveimum aðalstýrum.

- Fáa vit ikki nøktandi svar frá løgmanni, innkalla vit álitisfólkini við møguligum arbeiðssteðgi fyri eyga, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Líka til fyri einum mánaði síðani visti Pedagogfelagið ikki betur, enn at tað er Fíggjarmálastýrið felagið skal samráðast við. Men 5. februar fekk felagið at vita, at Fíggjarmálastýrið ikki metur seg hava heimild at samráðast við Pedagogfelagið, tí kommunurnar hava yvirtikið dagstovnaøkið. Hetta hendir eftir at Pedagogfelagið hevur handað Fíggjarmálastýrinum krøv til nýggjan sáttmála og enntá eftir, at Pedagogfelagið afturímóti hevur fingið mótkrøv, sum ganga inn á dagstovnaøkið.


Løgin mannagongd

Sáttmálin hjá felagnum fór úr gildi 1. mars, og nú sáttmálaloysið hevur verið í tvær vikur, er framvegis ikki greitt, hvør skal sita hinumegin borðið, tá ið nýggjur sáttmáli skal tilevnast. Sum skilst hava kommunurnar ikki fingið boð um, at tað eru tær, sum skulu samráðast við Føroya Pedagogfelag.

- Rættarloysi valdar í løtuni, og tí hava vit ikki annað at gera enn at venda okkum til løgmann fyri at fáa hann at greiða spurningin, sigur Carita Björklund.

Meðan dagstovnalógin var ávegis og til viðgerðar á løgtingi, fekk Føroya Pedagogfelag at vita, at Fíggjarmálastýrið framvegis fór at vera mótpartur felagsins í eini samráðingarstøðu. Hetta er ikki niðurfelt í lóggávuna, men undir fyrstu og aðru viðgerð av lógaruppskotinum og í tveimum fyrispurningum váttaði landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, at so er. Alt seinasta heyst hevur Pedagogfelagið samráðst við Fíggjarmálastýrið um nakrar flokkingar innan dagstovnaøkið. Í november í fjør gjørdi Pedagogfelagið greitt yvir fyri Fíggjarmálastýrinum, at sáttmálin skuldi sigast upp, og 1. februar í ár vórðu krøvini til komandi samráðingar latin inn. Tað undrar forkvinnuna í Pedagogfelagnum ikki sørt, at Fíggjarmálastýrið tríggjar vikur áðrenn sáttmálin fer úr gildi finnur út av, at tað ikki er teirra borð at samráðast við Pedagogfelagið.

- So leingi vit fáa mótstríðandi upplýsingar frá tveimum aðalstýrum, kunnu vit einki gera. Grundin til, at vit eru komin í hesa støðu er einfalt útsøgnin frá landsstýriskvinnuni á sumri í fjør, tá hon gjørdi greitt, at tað er Fíggjarmálastýrið vit skulu samráðast við. Vit kenna okkum ógvuliga illa viðfarin og hendan støðan vísir, at landsstýrið og løgtingið hvørki virða okkum ella kommunurnar, sigur Carita Björklund.

Hon ger greitt, at Pedagogfelagið als einki hevur ímóti at samráðast við kommunurnar. Tað er mannagongdina í málinum, tey fílast á.


Møguligur arbeiðssteðgur

Føroya Pedagogfelag hevur síðani hendan støðan kom í, fingið svar frá løgmansskrivstovuni, har sagt verður, at tað er kommunurnar Pedagogfelagið skal samráðast við sambært kommunulógini.

- Svarið er als ikki nøktandi. Løgmaður eigur at koma inn í málið og taka eina sjálvstøðuga meting av okkara rættarstøðu. Vit fáa okkum illa at trúgva, at løgmaður eitt hálvt ár eftir at ein lóg er komin í gildi, letur eitt aðalstýri trýsta ígjøgnum eina tulking sum er beinleiðis í andsøgn við tað, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá, sigur Carita Björklund.

Avgreiðir løgmaður ikki spurningin nøktandi, verður arbeiðssteðgur. Tað merkir, at øll tey, sum arbeiða á barnagørðum, vøggustovum, frítíðarskúlum og sum dagrøktarar fara heim. Talan er her um eini 500 starvsfólk. Og fleiri túsund børn. . .