Norðurkorea fýlist á, at USA hevur biðið ST-trygdarráðið viðgera norðurkoreanska kjarnorkupolitikkin.
Stjórnin í Pyongyang segði í gjár, at amerikanska uppskotið er eitt stig á vegnum ímóti kríggi. Samstundis segði ein talsmaður hjá stjórnini, at allir partar av landsins hermegi fáa boð um at standa fult tilbúnir.
- At trygdarráðið yvirhøvur viðger kjarnorkupolitikkin á koreanska nesinum er í sær sjálvum eitt stig til kríggj, segði talsmaðurin hjá norðurkoreansku stjórnini.