(Úr Rættinum: Leo Poulsen): Tað var fyllskapur og svartsjúka sum førdu til, at ein tá 29 ára gamal maður hótti ein javnaldra eftir lívinum bæði við sms-boðum og á Facebook.
Teir báðir høvdu kenst frá barnsbeini av og vóru vinmenn, men í rættinum í morgun greiddi ákærdi frá, at vinmaðurin ofta hevði traðkað hann á tærnar, og hetta kvøldið var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Fyrst sendi hann eini sms-boð við tekstinum:
»Ávaringin er blivin almenn og eg havi sent tær eina vinaumbøn á Facebook, um tú vil síggja hana, áðrenn tú doyr«.
Seinni hevði hann skrivað nakað soleiðis á Facebook:
»Frá hesum degi fari eg hvønn dag at ganga við knívi uppi á mær, og tá eg síggi NN aftur, skeri eg hann á háls, eingin ivi um tað«
Ein genta lá í buktini, og tað var svartsjúka, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Maðurin játtaði seg sekan, og ákærin var í góða lagnum, og mælti til 20 dagar fongsul, sum hartil kundi gerast treytað. Verjin tók undir við hesum, og tað gjørdi dómarin eisini.
Ein av orsøkunum til, at ákærdi slapp so væl er, at teir báðir aftur eru hampiliga væl, men ákærdi má so einki revsivert gera í eitt ár frá í dag.










