Hótti við at taka lívið av sær

Ein 57 ára gamal maður í Havn hótti týskvøldið við at taka seg sjálvan og konu sína av døgum. Løgreglan megnaði tó at handtaka mannin, áðrenn nakað hendi

Týskvøldið klokkan tíggju minuttir yvir seks fekk løgreglan í Havn eina uppringing frá einum 57 ára gomlum manni, sum var frá sær sjálvum.
Hann hótti við at taka lívið av sær sjálvum og konu síni. Orsøkin var, at hann var leiddur við lívið. Politisturin bjóðaði sær til at koma út at tosa við hann, men so skuldi løgreglan fáa somu viðferð, segði maðurin.
Nummarvísarin á politistøðini gav avvarðandi politisti eina hilling á, hvar maðurin helt til. Politistar fóru síðani til húsini, haðani maðurin ringdi, meðan vakthavandi á støðini ringdi mannin uppaftur.
Hann royndi sum frægast at tosa við mannin, so at hann ikki varnaðist, at politiið var á veg. Tá politistarnir komu inn í húsini, tosaði maðurin í telefon, og hann varð handtikin beinanvegin.
Maðurin hevði ikki skotvápn í hondini,men tað lá aðrastaðni í húsinum. Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, tá tilburðurin fór fram.