Hótti við at sorla og knúsa politist

Tá ið ein politistur eitt kvøld herfyri fór á ein bústað í Havn í einum rættiliga meinaleysum ørindi, endaði tað við so hørðum orðadrátti ímillum ein politist og mannin í húsunum, at hann bleiv ákærdur fyri at hava hótt politistin. Maðurin sigur at tað var politisturin, sum var bæði frekur og ófólkaligur

Í løtuni gongur ein maður runt í Havnini og bíðar eftir at fáa at vita um hann skal í geglið ella ikki.

Hann er ákærdur fyri at hava hótt ein politist og tað er so mikið álvarsligt, at ákærin krevur, at hann skal í geglið í minst 20 dagar.

Sjálvur bedýrar maðurin, at hann er púra ósekur og tí vil hann verða frídømdur. Hann tvíheldur um, at hann hevur ikki hótt nakran politist. Hann sigur, at tað var tvørtur ímóti, at tað var politisturin, sum var bæði frekur og ófólkaligur.

Og nú stendur tað so til dómaran, hvørjum hann trýr.


Rópti og skrálaði

Tað var seint eitt sunnukvøld herfyri, at politisturin fór á bústaðin hjá manninum í einum rættiliga meinaleysum ørindi.

Kvøldið fyri hevði løgreglan steðgað einum bili, har bilførarin segði, at hann hevði ikki koyrikortið uppi á sær.

Tá ið politisturin kom aftur til arbeiðis á náttarvakt kvøldið eftir og kannaði málið, vísti tað seg, at maðurin hevði mist koyrikortið.

Politisturin fór tí beinanvegin í holt við at royna at fáa fatur á manninum.

Tí endaði politisturin heima hjá hansara gomlu mammu klokkan 23.30 eitt sunnukvøld og har búði skuldsetti maðurin eisini, tí teir vóru brøður - maðurin, sum onki koyrikort hevði og maðurin, sum er ákærdur fyri at hava hótt politistin.

Í rættinum spurdi verjin hjá manninum løgreglumannin um tað nú var neyðugt at órógva eina gamla konu so seint á kvøldið við einum so lítlum ørindum.

Ja, segði politisturin, tí maðurin, sum varð tikin við ongum koyrikortið, hevði upplýst, at hann skuldi av landinum fyrsta dagin og tí ráddi um at fáa fatur á honum sum skjótast. Og tá ið hann sá, at tað logaði í fleiri vindeygum, roknaði hann við, at fólk var uppi og tí bankaði hann upp á.

Mamman kom út ímóti politistinum, men tey høvdu bara tosað saman eina lítla løtu, tá ið maðurin í húsunum kom sum eitt óløgið, segði politisturin.

Politisturin segði, at hann hevði drukkið.

Sambært politisturin fór maðurin heilt yvir gevind og rópti og skrálaði í høvdið á honum.

Maðurin bað politiið halda seg vekk frá hansara familju og hann skuldi halda seg burtur frá hansara matrikkulnummari.

Politisturin segði, at maðurin hótti við at knúsa og sorla hann sundur.

Í rættinum greiddi politisturin frá, at hann var skelkaður og rættiliga óvfarin av framferðini hjá manninum, tí ørindini vóru so mikið lítil, at hann hevði onga sum helst orsøk til at bera seg soleiðis at.


20-30 dagar í fongsul

Tað endaði við, at politisturin fór eftir hæli niður ígjøgnum trappurnar og tað gav maðurin honum eitt skump í bringuna, so at hann misti fótafesti, men datt ikki.

Tað fekk politistin at ringja á støðina at biðja um hjálp beinanvegin og lítla løtu seinni komu tveir politistar afturat á staðið.

Eisini teir báðir søgdu, at maðurin hevði rópt og var rættiliga óður og hevði “lovað” teimum, teir skuldu fáa “aðra reyv at túta í”. Hann segði eisini, at hann skuldi vísa teimum og hann legði onki í um teir vóru politistar, tí hann ræddist ikki politiið.

Annars politisturin, sum kom á staðið, mintust seg ikki at hava hoyrt nakað um at knúsa og sorla og annar teirra segði, at politisturin, sum var fyrstur á staðnum, var reyður um andliti og tosaði hart.

Tað helt politisturin ikki var so undarligt, tí hann royndi at vísa myndugleika fyri at sissa mannin, tí hann var so óður.

Eftir enn fleiri ókvæmisorð, varð maðurin skuldsettur fyri at hava hótt politistin.

Maðurin sjálvur og mamman í húsinum hava greitt frá í rættinum, at politisturin rópti minst líka hart, sum maðurin, sum er ákærdur og maðurin sjálvur sigur, at politisturin var bæði frekur og ófólkaligur.

Ákærin heldur, at talan er um so mikið álvarsligt mál, at maðurin eigur at fáa fongsulsrevsing í 20-30 dagar, men verjin hjá honum krevur frídøming og í ringasta føri, at hann skal sletta undan at sita.

Verjin heldur, at politisturin hevur handfarið málið illa og at vitni, eisini ein politistur ikki minnst nakað til hóttanir um at knúsa og sorla.

Nú liggur tað so í hondunum á dómaranum, hvørjum hann trýr og tað fáa vit at vita um nakrar dagar, tá ið dómurin fellur.