Rætturin í Oslo hevur varðhaldsfongslað ein mann, sum hevði hótt við at myrða Jens Stoltenberg, forsætisráðharra og stjúkpápa sín, sum er ein kendur politikari úr Arbeiðaraflokkinum. Norska Dagbladet skrivar, at maðurin varð tikin fríggjadagin.
-Eg kann vátta, at trygdartænastan hjá løgregluni hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur í einum álvarssomum máli, sigur talsmaðurin hjá trygdartænastuni, Trond Hugubakken, við blaðið.
Dagbladet skrivar, at maðurin hevur verið í Kina teir seinastu seks mánaðirnar. Hann kom aftur til Noregs fríggjadagin, og nakrar tímar seinni varð hann tikin. Trygdartænastan vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið, tí kanningarnar eru ikki lidnar. Sum skilst er maðurin komin við sínum drápshóttanum, meðan hann hevur verið uttanlands.
Hvørki Jens Stoltenberg ella forsætisráðharraskrivstovan vilja gera viðmerkingar til tíðindini.