Hótti við at brenna City Church í grund

Illvilji og mistrúgv móti løgregluni umframt ein misskiljing kring eitt barnaverndarmál førdi við sær, at ein maður fyrr í ár var dømdur í Føroya rætti fyri hóttanir og harðskap móti samkomufólki og løgreglufólki. Verjin vildi hava mannin fríkendan og kærdi tí til landsrættin

Eystari Landsrættur staðfesti í gjár ein dóm í Føroya rætti, har ein maður varð dømdur fyri brot á grein 266 og 199, ið eru um ávíkavist hóttanir og hóttanir ella harðskap móti embætisfólki.

Maðurin var dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri fyrsta málið og seks mánaðir fongsulsrevsing fyri seinna málið.

Maðurin hevur kært dómin til Eystara landsrætt, har hann vildi fríkennast.

 

Fyrra málið, har maðurin er dømdur fyri brot á grein 266, snúði seg fyri tað mesta um nakrar hendingar í og uttan fyri City Church í miðbýnum í Havn. Maðurin hevði við kenning verið á gátt í samkomuni, har hann hevði úttalað seg groft um samkomuleiðaran, umframt at hann hevði hótt við at brenna samkomuna niður. Orsøkin til hetta var, at har hevði verið eitt barnaverndarmál móti unnustuni hjá manninum, har maðurin helt, at tað var samkomuleiðarin, ið átti skyldina.

Eitt av vitnunum greiddi í rættinum frá, at maðurin hevði gjørt greitt, at um tað endaði við barnarverndarsak móti unnustuni, so skuldi samkoman brennast í grund.

Vitnini greiddu eisini frá, at eina ferðina maðurin var komin á gátt í samkomuni, var hann so aggressivur, at tey vóru noydd at fara aftur um eitt borð, tí tey óttaðust, at maðurin fór at loypa á tey.

Í rættinum segði samkomuleiðarin eisini, at sum avleiðing av tilburðunum hevur tað verið neyðugt hjá samkomuni at lata dyrnar standa stongdar og at fáa durðavørar.


Málið móti unnustuni var seinni slept, og dømdi maðurin vildi sjálvur vera við, at talan var um eina misskiljing. Hann harmaðist samstundis eisini um, at atburðurin hjá honum hevði havt avleiðingar fyri bæði samkomuna og tey, ið vóru til staðar.

 

- Skal mann klaga við einari hondgranat?

Maðurin var eisini ákærdur fyri at koma við hóttandi útsagnum móti løgregluni.


Maðurin hevði í februar í ár ringt eftir løgregluni, eftir at tveir grannar høvdu framt innbrot í húsini hjá honum og gjørt seg inn á seg og unnustuna. Hann greiddi í rættinum frá, at menninir høvdu brotið seg inn gjøgnum tvær hurðar, og teir høvdu tikið kvørkratak um unnustuna, soleiðis at hon hevði fingið fipurspreinging í hálsin. Hon hevði eisini frammaundan havt brotnan rygg, og viðferðin, ið hon fekk undir innbrotinum, gjørdi, at ryggurin gjørdist verri aftur.


Løgreglan var komin framvið, men maðurin helt, at arbeiðið hjá løgregluni at kanna málið hevði gingið alt ov seint. Løgreglumaðurin, ið var komin á bústaðin eftir innbrotið, vitnaði eisini í rættinum, og verjin hefti seg við, at løgreglumaðurin hevði gjørt nógv burturúr at fáa spyrja útleigaran, um hann vildi melda menninar fyri herverk. Verjin segði seg ikki skilja, hví løgreglumaðurin gjørdi so nógv burtur úr herverki, tá maðurin og unnustan meldaðu grannarnar fyri harðskap.


Tað málið er tó skrásett sum harðskapsmál, men av tí at grannarnir, maðurin og unnustan hava í fleiri førum meldað hvønn annan, verður alt viðgjørt samlað. Táverandi fútin, John Kjølbæk, hevði annars ásannað, at arbeiðið hevði gingið ov seint fyri seg.

 

Tað er eisini í sambandi við tað harðskapsmálið, at fleiri av ákærunum móti manninum vórðu reistar. Maðurin helt eftir øllum at døma so lítið um viðgerðina hjá løgregluni, at hann hevði ringt á løgreglustøðina eitt ótal av ferðum fyri at vita, hvussu málið fráleið.

 

Í rættinum spældi Michael Boolsen, sum førdi ákæruna, ljóðbrot frá fleiri av upptøkunum. Maðurin var týðiliga ávirkaður av rúsdrekka á summum av upptøkunum, og ofta spurdi hann eftir tí løgreglumanninum, ið hevði málið um grannarnar.


Einaferð maðurin ringdi inn, spurdi hann vakthavandi, um tað var neyðugt at klaga løgregluna við einari hondgranat.


Eina aðra ferð fekk hann fatur á rætta løgreglumanni.


- So kemur eingin av tykkum livandi frá tí, tað svørji eg uppá, tí eg havi ikki brotið lógina. Tað eru hini, ið hava brotið lógina, segði hann millum annað í upptøkuni.


Aðrastaðni í upptøkunum var hann eisini hoyrdur at tosa um at "drepa hann", og at teir skuldu síggjast í kirkjugarðinum.

 

 

Løgregluaktión á J. C. Svabosgøtu

Hinar ákærurnar snúgu seg um fleiri hendingar í sambandi við ein tilburð á J. C. Svabosgøtu kristi himmalfarðar í ár. Løgreglan varð útkallað hagar, tí unnustan hjá manninum hevði ringt til løgregluna um húsaófrið.


Tá løgreglan kom á bústaðin, gjørdist greitt, at maðurin var rættiliga fullur, og harumframt hevði hann eina øks. Í rættinum greiddi ein løgreglumaður frá, at eina ferð varð hann noyddur at taka pistólina fram, tí maðurin brádliga kom úr einum durði við einari øks á lofti. Løgreglumaðurin fekk tó ein skjøldur úr bilinum, og eftir hetta metti hann ikki, at neyðugt var at hava pistólina frammi meira, tí hann føldi seg væl vardan í smalu trappunum við skjøldrinum framman fyri sær.


Løgreglan hevði upptøkur frá einum stórum parti av tilburðinum, og á upptøkunum sást, at maðurin lá drukkin ovast við trappurnar og veipaði aftur og fram við øksini. Maðurin hótti ikki beinleiðis løgreglumenninar við øksini, men av og á høgdihann øksina í trappurnar í sinnisrørslu. Ákærin greiddi frá, at løgreglan hevði áður havt trupulleikar við manninum, tá hann hevði havt øks uppi á sær, og tí varð tilburðurin tikin í rættiliga stóran álvara frá teirra síðu.


Maðurin greiddi sjálvur í rættinum frá, at grundin til, at hann hevði øks, var, at hann og unnustan óttaðust, at grannarnir kundu finna upp á at koma framvið aftur. Bæði løgreglumenn, sum vitnaðu, og ákærin vístu tó á, at hetta var ein vánalig umbering, tí maðurin sá, at talan var um løgreglumenn, ið stóðu niðast í trappunum, og at maðurin tí skuldi havt lagt øksina frá sær, tá hann varð biðin um tað.



Løgreglan fekk kortini fatur á manninum, men maðurin vildi ikki sjálvboðin avstað, og tí varð hann lagdur í handjørn og borðin oman í løgreglubilin. Tá løgreglan var á veg oman gjøgnum trappurnar við manninum, hevði hann megnað at fingið annað beinið leyst og sparkaði, soleiðis at hann rakti ein løgreglumann í hjálmin. Óvist var, um hetta var tilætlað ella ei.


Í løgreglubilinum eru upptøkur av manninum, har hann sigur við ein løgreglumann, at hann skal hann minnast til. Eisini leggur maðurin aftrat, at har eru tveir løgreglumenn, sum hann hevur í sinni at fyrigeva, men at hesir báðir eru ikki teir.

 

Lá á gólvinum á løgreglustøðini

Tveir av tilburðunum, ið maðurin varð sektaður og dømdur fyri, gingu fyri seg á løgreglustøðini í Havn. Løgreglan hevði upptøkur frá løgreglustøðini, har maðurin sat í handjørnum á gólvinum í gongini. Á upptøkunum sást, at løgreglufólk gingu framvið og gleivaðu tvørtur um mannin, ið sat á gólvinum. Maðurin rópti eftir einum løgreglumanni, ið tvær ferðir gleivaði tvørt um hann.

Løgreglumaðurin lat ikki við seg koma, og aðru ferð hann fór tvørturum, lyfti maðurin annað beinið upp og spenti bein fyri løgreglumanninum, ið kortini skjótt fekk fótað sær. Seinni á upptøkunum sást, at maðurin lá á rygginum og brádliga sparkaði upp í loft, har tvey løgreglufólk stóðu.

Verjin helt lítið um upptøkurnar, tí tær vóru filmaðar út á seinnapartin. Maðurin var handtikin um morgunin, og verjin skilti sostatt ikki, hví maðurin lá í gongini á løgreglustøðini út á seinnapartin.

Verjin vísti á, at tað var undranarsamt, at maðurin, sum framvegis var drukkin, ikki var settur í brummuna í Klaksvík ella í Havn. Verjin helt fyri, at løgreglan á henda hátt syrgdi fyri, at maðurin helt áfram at skuldfesta seg sjálvan heldur enn at sova rúsin av sær í brummuni.


Ein løgreglumaður greiddi frá, at orsøkin var, at løgreglufólkini vóru ikki komin ásamt um, hvørt maðurin skuldi koyrast til Klaksvíkar í varðhald ella ikki. Verjin helt tó, at maðurin kundi verðið koyrdur í sokallaða bíðirúmið á løgreglustøðini í Havn, sum hann metti var at rokna sum ein brumma.

 

Ákærin helt umstøður vera skerpandi

Meðan verjin ynskti, at maðurin varð frídømdur, helt ákærin, at talan var í málunum um skerpandi umstøður, og at revsingin skuldi verða harðari. Ákærin metti, at maðurin skuldi í minsta lagið fáa eitt ára fongsulsrevsing.


Ákærin vísti á rættaravgerð, har revsing fyri at sparka í trongum trappum var harðari enn vanligt, tí at umstøðurnar har kundu vera vandamiklar.


Eisini vísti ákærin á mongu dómarnar, ið maðurin hevði fingið framanundan fyri hóttanir móti løgreglufólki, dómarafulltrúa og kommunulækna, umframt at maðurin í 2011 varð dømdur fyri at stinga varafútan í beinið. Ákærin remsaði upp dómar, ið gingu heilt aftur til 1996.

Maðurin helt, at gomlu dómarnir vístu ikki eina rættvísa mynd av tí, sum áður var farið fram, men at teir vóru í grundini góð dømi um vantandi rættartrygd hjá honum. Maðurin gjørdist so østur, meðan ákærin remsaði dómarnar upp, at dómarin mátti senda hann úr salinum, soleiðis at rætturin kundi halda áfram.

Verjin helt, at maðurin kundi ikki blíva við at hanga upp á tað, sum hann hevði gjørt fyrr, og vísti á, at í flestu málunum hevði maðurin ikki gjørt álvara burtur úr hóttanum hjá sær.

Eisini segði verjin, at maðurin hevði seinastu árini havt munandi betri persónlig viðurskifti enn áður, og hann hevði røktað eitt starv, sum hevði gjørt hansara tilveru meira støðuga.

Dómararnir hildu tó ikki, at grundarlag var fyri hvørki linari ella harðari revsing, og teir staðfestu tí dómin, umframt at maðurin skuldi gjalda fyri sakarmálskostnaðin. Verjin var tó noyddur at ringja til mannin og siga honum frá revsingini, tí maðurin ynskti ikki at vera til staðar, tá dómurin varð lisin upp og var tí farin avstað.