Ein maður, sum segði seg vera vápnaðan við einari bumbu, tók seg mikudagin inn á skrivstovuna hjá tíðindastovuni Reuters í Beijing. Har tók hann fimm fólk gíslar.
Maðurin kravdi, at tíðindafólkini skuldu spyrja seg um korrupsjón í kinesisku umsitingini. Hann var í dimmum jakka og sólbrillum. Frammanfyri hevði hann eina tasku. Úr taskuni gingu nakrir leidningar, og í aðrari hondini hevði hann eitt tól við einum reyðum knøtti, sum hann hótti við at trýsta á.
- Eg geri hetta fyri rættvísisins søk, segði Fang Qinghui.
Fýra tíðindafólk og ein kinesiskur myndamaður vóru á skristovuni, tá maðurin kom hagar. Tveir tímar seinni sluppu tey út. Ein myndamaður lat sítt upptøkutól mala, meðan maðurin tosaði um sínar trupulleikar.
- Leiðararnir eiga at virða, verja og elska arbeiðararnar. Eg vil, at allur heimurin skal fáa at vita, hvussu svart Kina er, og hvussu korrupt landið er, segði Fang Qinghui, meðan tólið tók upp.
Seinastu dagarnar hevur kinesiski kommunistaflokkurin hildið landsfund, har júst korrupsjón var eitt av teimum stóru evnunum.