Ein maður skal nú í fongsul í tveir mánaðir fyri at hava skotið eftir fólki við luftbyrsu og fyri at hava hótt tey.
Alt hetta var av slíkum slagi, at dómarin helt, at atbururðin hevði elvt til álvarsligan ótta lívi, heilsu og vælveru.
Maðurin hevði fyrst skotið ímóti teimum við luftbyrsu ímeðan annað fólki var 122 metrar burtur og hitt fólki var 88 metrar burtur.
Hann rakti ikki, men so var hann farin ímóti teimum og hevði hótt tey við at plaffa tey niður.
Tað endaði við, at hann meddaði enn einaferð eftir teimum ímeðan tey krógvaðu seg undir eini trappu.
Seinni var hann farin eftir pápa annað fólkið, hann hevði skotið eftir, og sum hevði greitt løgregluni frá málinum og sum sostatt skuldi vitna í málinum.
Í hesum sambandi hevði hann sagt við pápan, at hann skuldi skjóta vitni, tí at tað hevði greitt løgregluni frá hendingini.
Ákærin kravdi, at maðurin varð settur fastur.
Tað tók dómarin undir við og hann dømdi mannin at sita í 60 dagar og samstundis varð hald lagt á luftbyrsuna og ein pakka av høglum.