Tað bleiv ein nátt, sum hetta vitnið seint fer at gloyma
- Eg standi fyri reingerðini í SMS, og sum so ofta var eg á veg oman at vita, hvussu til stóð, um fólkunum manglaði nakað og kanna eftir arbeiðinum. Tá eg koyrdi oman rampuna til vørumóttøkuna hjá Miklagarði, sá eg ein mann koma rennandi. Eg hugsaði, at hetta helst var onkur, sum arbeiddi í SMS, og sum vildi spyrja um okkurt, so eg steðgaði, greiddi vitnið frá.
Og hesin maðurin ætlaði at spyrja um okkurt, men tað var langt frá tí, sum vitnið hevði hugsað sær.
Komin fram at bilinum skrykti ákærdi hurðina upp, og meðan hann hálaði og skrykti í vitnið, rópti hann, at hann skuldi hava bilin, og um vitnið ikki umgangandi fór úr bilinum og læt honum lyklarnar, so skuldi hann stinga og drepa vitnið.
- Hann segði eisini, at hann hevði sligið pápa sín. Eg royndi at tosa hann til sættis, men har var einki at gera. Hann rópti bara at hann skuldi petta meg sundur og skjóta meg, greiddi vitnið frá.
Vitnið dugir ikki at siga, um ákærdi yvirhøvur hoyrdi, hvat vitnið segði.
- Eg bjóðaði mær at koyra hann, har hann vildi fara. Eg royndi at sissa hann, men einki hjálpti. Eg tendraði so fartelefonina, sum lá á setrinum við síðuna av mær og ringdi til vaktina í SMS. Eg hevði ringt til hann stutt framman undan, so tað var bara at trýsa á recall, segði vitnið.
Vaktin tók telefonina, og hann hoyrdi tí hvørt orð, sum varð sagt niðri í bilinum.
Slapp avstað
Ákærdi royndi alla tíðina at fáa vitnið úr bilinum, og hálaði alsamt í hann fyri at skrykkja hann út, men hetta eydnaðist kortini ikki. Alla tíðina hótti hin ákærdi við at drepa og stinga.
Vitnið metti, at hetta stóð upp á í einar 20 til 30 minuttir. At enda lovaði vitnið, at um ákærdi flutti seg, so vitnið slapp úr bilinum, skuldi hann fáa lykilin. Vitnið sløkti síðani motorin, tók lykilin og fór úr bilinum. Men hann gav tó ikki ákærda lykilin, men rann avstað, niðan rampuna og víðari niðan brekkuna móti parkeringsplássunum framman fyri høvuðsinngongdina til SMS.
Ákærdi elti hann, og knappliga steðgaði vitnið. Ákærdi royndi at sláa og sparka eftir vitninum, sum tó kláraði at skáka sær undan. Vitnið rann so víðari suður um SMS, har hann bukaði á dyrnar inn til hølini hjá vaktunum, og slapp inn har.
Vitnið heldur, at vaktin má hava ringt til løgregluna, sum var skjót á staðnum. Men tá ákærdi sá løgreglubilin, tók hann til rýmingar. Annar av løgreglumonnunum elti tó viðkomandi, og handtók henda nakað seinni.
Vitnið og vaktin fóru nakað seinni oman á politistøðina, har teir vórðu avhoyrdir um hendingina.
Vitnið er sannført um, at hin ákærdi var ávirkaður av einum hvørjum, tó hann dugdi ikki at siga hvørjum. Hann luktaði kortini ikki av brennivíni, so talan hevur helst verið um onnur rúsandi evni.
Hendingin hevur ávirkað vitnið so mikið, at hann nú altíð koyrir við løstum hurðum um náttina.
Skilti hann var í neyð
Hitt vitnið, sum varð avhoyrt fríggjadagin í Føroya Rætti, var náttarvaktin. Hann greiddi frá, at telefonin ringdi, men tá hann svaraði, var eingin í hinum endanum. Hann hoyrdi kortini mannamál, og hann kendi røddina á vitninum, sum hann tosaði við so at siga hvørja nátt.
Hann hevði tó ongan møguleka at vita, hvar bilur og menn vóru, so hann gekk runt í SMS og hugdi út, og fór at enda út á brandtrappuna eystureftir, og tá sá hann niður á bilin og ákærda, sum royndi at fáa fyrra vitnið úr bilinum.
- Eg hevði eina kraftiga lykt og lýsti niður á bilin og ákærda. Tað tóktist, sum reageraði hann upp á hetta. Tað gingu kanska einir fýra-fimm minuttir, so slapp vitnið úr bilinum og rann niðan rampuna og víðari niðan brekkuna móti høvuðsinngongdini. Tá misti eg teir úr eygsjón, greiddi náttarvaktin frá.
Hann ringdi tá til løgregluna og boðaði frá hendingini.
Hann gekk síðani runt at vita, um hann sá teir báðar aftur, men tað gjørdi hann ikki. Hann fór síðani aftur í vaktarhølið, og stutt eftir bukaði á dyrnar. Tað var fyrra vitnið, sum hann lovaði inn. Teir tosaðu síðani saman og fingu sær ein kopp av kaffi fyri at sissast aftur.
So fóru teir út á somu brandtrappu. Vitnið rann niður trappurnar til bilin, sum stóð við hurðini opnari. Hann læt hana aftur og læsti bilin, og fór síðani upp aftur á trappuna. Tá var ákærdi har framvegis og rópti upp trappuna: »Eg havi einki móti tær persónliga, men eg veit, hvør tú er, og tú skal nokk fáa tað«.
Í somu løtu kom løgreglubilurin á staðið, og hin ákærdi rann avstað.
Um hálvan tíma seinni ringdi løgreglan at vita, um teir báðir kundu koma oman á politistøðina at geva vitnisfrágreiðing. Báðir kundu staðfesta, at løgreglan tá hevði handtikið rætta mannin.
Ákærdi, sum í dag er 26 ára gamal, møtti ikki í rættinum fríggjadagin, og tí verður nýggjur rættarfundur ásettur. Møtir ákærdi ikki tá, verða boð givin um at handtaka viðkomandi.
Tað er varafútin, Finn Ougaard, sum er ákæri í sakini, meðan Rannvá Ragnarsdóttir er verji hjá ákærda.