Hóttanirnar eru drál

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Føroya Pedagogfelag, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í dag hevur sýtt fyri at útiloka, at Fíggjarmálaráðið aftur fer í Føroya Gerðarrætt við fakfelagnum. Tað segði hann eftir tað gjørdist greitt, at Føroya Pedagogfelag einans er sinnað at veita undantøk til 89 pedagogar, hóast Almannaverkið metir, at neyðugt er við undantaksloyvi til 141 pedagogar, um man ynskir at tryggja lív og heilsu hjá búfólkunum.


Les eisini: Draga kanska Pedagogfelagið í rættin eina ferð afturat


Í tíðindaskrivi upplýsir fakfelagið, at tað hevur fylgt teimum krøvum, ið varð álagt í Fasta Gerðarrætti í gjár, tá eitt áður fráboðað verkfall bleiv steðgað, tí rætturin metti, at talan var um eitt óheimilað stríðsstig, av tí at fakfelagið m.a. ikki hevði givið ítøkilig undantøk fyri at tryggja lív og heilsu hjá búfólkum.


- Fíggjarmálaráðið vil enn einaferð draga Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, hóast Føroya Pedagogfelag fylgir øllum krøvunum í dóminum hjá Fasta Gerðarrætti, í samband við fráboðan av herda verkfallinum, skrivar Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi, og heldur fram.


- Føroya Pedagogfelag hevur gjørt meting av ítøkiligu krøvunum hjá Almannaverkinum fyri hvussu lív og heilsa hjá búfólkunum kann tryggjast, og hava loyvt teimum undantøkunum, sum eru neyðug.


Føroya Pedagogfelag endar skrivið við at leggja mótpartin undir at drála, tá tey hótta við at fara í Fasta Gerðarrætt.


- Ístaðin fyri at seta seg við samráðingarborðið, so heldur Fíggjarmálaráðið áfram at drála samráðingunum við hóttanunum um Fasta Gerðarrætt.