Nordisk Journalistcenter setur sjóneykuna á talufrælsið í Norðurlondum og ein teirra, sum hevur skrivað til høvið er tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe.
Undir yvirskriftini "tann svarti vøruvognurin" greiðir Liljan Weihe frá avleiðingunum av, at gera sítt arbeiði.
Jørgen Niclasen stevndi Liljuni Weihe og øðrum fyri ærumeiðing í tollmálinum. Tá ið avtornaði metti Landsrætturin, at Kringvarpið hevði prógvað sín pástand um tollsvik. Tað kostaði tó fleiri mánaðir av einum arbeiðsligum skammikróki, tí Liljan og aðrir journalistar vóru settir í feriu ella av skíggjanum fyribils - fyri at gera sítt arbeiði.
Stutt eftir komu hóttanirnar - fyrst um hópneyðtøku í einum bussi, síðani um at fremja harðligan ágang á Liljuna orsaka av hennara starvi.
- Hóast hóttanir um neyðtøku og tollmálið einki hava við hvørt annað at gera, so hava tey sama endamáli - at fáa okkum journalistar at tiga. Men vit journalistar og borgarar skulu ikki finna okkum í tí. Vit skulu tosa um hóttanirnar og gera ótta til skomm. Vit skulu rópa upp og gera tað vit eru best til - at siga frá søgum, skrivar Liljan Weihe.
Les rámandi søguna um lívið sum journalistur í Føroyum her: