Hóttanir ímóti fleiri skúlum í USA

Síðani hópdrápið í Virginia hava fleiri amerikanskir skúlar fingið drápshóttanir. Í fleiri førum tora leiðslurnar ikki annað enn at taka hóttanina í álvara, og tí hava fleiri skúlar sent næmingarnar til hús, skrivar AP.

Talan er um bæði fólkaskúlar og lærdar háskúlar í minst átta statum. Í einum føri fekk ein skúli bræv við orðunum ?Tit hava ikki sæð tað ringasta enn?.

Í býnum Rapid City í statinum South Dakota varð ein skúli stongdur, tí fólk høvdu sæð ein mann uttanfyri við einari skammbyrsu í hondini. Løgreglan tók mannin.