Flestu okkara geva tí ikki far í gerandisdegnum. Hann rúmar so nógv annað, at ein tann álvarsligasta hóttanin móti mannaættini verður bara gloymd ella tagd burtur. Tað snýr seg um frárensl frá kjarnorkuverkum og handfaringin av kjarnorkuburturkasti.
Hetta er ikki tað vit í vesturheiminum geva mest gætur. Og tað er kanska heldur ikki so løgið. Vit lata nevniliga øðrum trupulleikan. Fyrrverandi Sovjetsamveldið tykist verða framtíðar kjarnorkukøsturin. Russar hava tørv á valuta og hóast móttøku- og goymsluumstøðurnar fyri gomlum kjarnorkuburturkasti eru vánaligar, so tykist gongdin verða tann, at sera vandamikla burturkastið frá kjarnorkuídnaðinum í vesturheiminum verður flutt til Ruslands, har sokallað trygg endurvinningarverk skulu viðgera og goyma tað. Vit vita betur.
Umhvørvisfelagsskapir og stjórnir ávara móti hesi gongd, tí tað er ein sannroynd, at kjarnorkuburturkastið er ikki í nóg tryggum hondum, tá tað verður flutt til Ruslands. Leingi hevur verið tosað um, at kjarnorkuburturkast hevur dálkað vøtn og áir. Men enn hevur henda dálking ikki fingið okkum í vesturheiminum at lata við seg koma. Vit eru nøgd bara vit ikki sjálvi eiga henda trupulleika.
Hetta er tó ikki einasti vandin. Ein onnur hóttan er frárenslið frá verandi kjarnorkuverkum eitt nú tí í Sellafield í Bretlandi. Eitt ótal av kanningum hevur prógvað, at frárenslið dálkar havið og alt livandi har í nánd. Ikki nóg mikið við tí. Eiturevnini fara við streyminum víða um og eru funnin so langt burturi sum við Norðpólin. Hetta hevur fingið stjórnirnar í londunum við Atlantshavið at móttmæla. Men einki tykist at rína við mætu kjarnorkufyritøkurnar ella stjórnirnar, sum hava ábyrgdina í síðsta enda. Bretska stjórnin t.d. hevur ikki verið til at vika.
Spurningurin er tí: hvussu kunnu vit krevja av tilafturskomnum londum sum Ruslandi, ið tørva valuta, at tey skulu fyrihalda seg skilagott mótvegis kjarnorkuvandanum, tá framkomin lond sum eitt nú Bretland leggja sektina á, um teirra egnu kjarnorkuverk dálka!
Kring allan heim fyllast goymslurnar við kjarnorkuburturkasti. Goymt verður undir jørð og á øllum hugsandi plássum, sum við dagsins vitan skulu eitast at vera trygg. Men hvat framtíðin hevur at bjóða verður ikki so nógv hugsað um. Spurningurin er um, vit ikki eru við at lata eina tikkandi bumbu víðari til okkara eftirkomarar! Vit, sum hava fingið náttúruna til láns frá somu eftirkomarum!










