Ein málserfrøðingur – ella ”språkviter”, sum tað eitur á norskum - hevur eftir áheitan frá norsku løgregluni greinað hóttanarbrævið frá teimum, sum hugsandi hava rænt norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.
Kvinnan, sum hevur greinað brævið fyri løgregluna, ynskir ikki at vera navngivin, og hon vil heldur ikki gera viðmerkingar til innihaldið í brævinum.
- Men, tú kanst samanbera hóttanarbrævið við DNA, sigur hon.
Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi. Sambært løgregluni er heimið hjá henni og manninum, norska ríkmanninum, Tom Hagen, brotsgerðarstaður í málinum.
Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er álopin í heimi sínum, meðan hon var inni í baðirúminum. Mikudagin hin 31. oktober skal maður hennara hava verið til arbeiðis, og tá hann kom heim aftur nakað eftir middag henda dagin, var konan horvin.
Í heiminum lá eitt hóttanarbræv við kravi um níggju miljónir evrur, og í brævinum varð eisini ein hóttan um, at Anne-Elisabeth Hagen fór at verða dripin, um løgreglan varð drigin upp í málið.
- Eitt slíkt bræv kann avdúka, hvør tú ert, bæði aldur og tilknýti. Greiningin kann geva okkum upplýsingar um málsligt og landafrøðiligt tilknýti. Tað merkir, hvar viðkomandi býr ella hevur búð. Greiningin kann eisini siga okkurt um útbúgving og arbeiðsroyndir, sigur serfrøðingurin.
Í samband við uppkláringararbeiðið kannar løgreglan eisini møgulig stríð í handilsvirkseminum og privatlívinum hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen.









