Hóttan ímóti Eiffeltorninum

Fronsku myndugleikarnir góvu í kvøld øllum boð um at fara úr Eiffeltorninum í París, tí onkur hevði hótt við einum álopi á tornið, skrivar LExpress.

Meiri enn 1.400 fólk vóru i torninum, tá hóttanin kom. Tey og vaktarfólkini fingu alt fyri eitt boð um at fara haðani, samstundis sum løgreglan avbyrgdi eitt økið rundan um tornið.

Serfrøðingar vórðu sendir upp í tornið at kanna tað, og tá einki óvanligt var at finna, bleiv ávaringin avlýst.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ókend fólk hótta við yvirgangi at serligum støðum í París so sum Eiffeltorninum, og talsmaðurin hjá løgregluni segði í kvøld, at allar hóttanir verða tiknar í størsta álvara.