Sentral uppílegging í arbeiðið hjá valfeløgunum er ein hóttan móti demokratinum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum í Sosialinum í dag Ein nýggj samtykt hjá Javnaðarflokkinum forðar innanhýsis flytingum sum tær hjá Rósu Samuelsen og Elis Poulsen.
Elis er uppstillaður á Tjóðveldislistanum, hóast valfelagið í Sandoy vrakaði hann. Í Vágum varð Rósa Samuelsen vrakað av lokala valfelagnum men kom kortini á sambandslistan. Og í Suðuroy var eisini innanhýsis stríð í Javnaðarflokkinum um valevni.
Í hesum sambandi gjørdi Javnaðarflokkurin eina samtykt, sum sigur hvørjar mannagongdir skulu fylgjast, tá valevni flyta frá einum valfelag til annað. Sambært samtyktini hjá Javnaðarflokkinum skulu viðkomandi valfeløg vera samd um, at eitt valevni flytur úr einum felag í hitt, og flytingin skal samtykkjast av starvsnevndini.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at tað hevur stóran týdning, at lokalfeløgini eru uppstillandi myndugleiki, og at hesin leiklutur verður virdur og varðveittur.
- Um lokalu valfeløgini missa leiklutin sum uppstillandi myndugleiki, so missa tey sítt grundarlag, og tað hevði verið ein ólukka fyri demokratiið, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað er beinleiðis skeivt, tá ein floksleiðsla yvirrular eitt lokalt valfelag.
- Eg meini, at tað er skeivt, at ovasta leiðslan yvirrular eitt lokalt felag. Styrkin í demokratinum er tætta sambandið við veljarnar, og her spæla lokalu valfeløgini ein stóran leiklut, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.