Hótta við verkfalli á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrasystrarnar góðtaka undir ongum umstøðum ætlanina, sum nú er gjørd um ein nýggjan leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum

Nú eru aftur trupulleikar á Landssjúkrahúsinum.

Og teir trupulleikarnir eru so álvarsligir, at teir hótta við at leggja tað mesta av landssjúkrahúsinum lamið.

Tí tað er nevniliga stórur vandi fyri, at hesir trupulleikar enda við verkfalli, hópuppsagnum og øðrum tiltøkum ímóti okkara høvuðssjúkrahúsi.

Tað eru sjúkrasystrarnar á Landssjúkrahúsinum, sum gera vart við seg.

Á fundi í gjáramorgunin almannakunngjørdi Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, eitt uppskot um nýggjan leiðslubygnað fyri Landssjúkrahúsið.

Og tað er hetta uppskotið, sum sjúkrasystrarnar undir ongum umstøðum kunnu góðtaka.

Tí uppskotið gongur beint ímóti teimum krøvum, sum tær hava lagt alstóran dent á, og sum tær fyrr hava verið í verkfalli fyri at fáa uppfylt.

Sjúkrasystrarnar krevja eina tvístreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Tvs, at tað skulu verða bæði ein lækni, og ein sjúkrasystur, sum skulu manna ta ovastu leiðsluna á hvørjum av deplunum, sum ætlanin er at skipa Landssjúkrahúsið í.

Sostatt er kravið, at sjúkrasystrarnar skulu vera umboðaðar í leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.

Hetta hava tær kravt fyri at tryggja áhugamálini hjá hjá røktini, sum tær halda er ein minst líka týdningarmikil partur av sjúkrahúsinum sum læknaliga viðgerðin, og sjúkrarøktin er ein munandi partur av arbeiðnum á einum sjúkrahúsi.


Einstreingjað leiðsla

Men uppskotið, sum Jákup Mørkøre legði fyri partarnar í gjáramorgun, er ein einstreingjað leiðsla , har ein einsamallur leiðari hevur endaligu ábyrgdina av hvørjum av deplunum á Landssjúkrahúsinum.

Hesin leiðarin skal ?vanliga vera ein lækni?, sum tað stendur í uppskotinum.

Harafturat skal ein varaleiðari verða á hvørjum depli, og hesin varaleiðarin skal ?vanliga vera ein sjúkrasystir?.

Og hetta vilja sjúkrasystrarnar undir ongum umstøðum góðtaka.

Tær fýlast eisini á, at ætlanin er, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal vera ósjónlig, sum tær nevna tað.

? Ætlanin er, at tann leiðandi læknin eisini skal arbeiða sum lækni, umframt at vera leiðari.

? Er tað nakað, sum hevur alstóran týdning, er, at leiðslan er heilt sjónlig.

? Tvs, at leiðslan skal vera leiðsla burturav, sigur Joan Ziskason.

Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum sigur, at tað var annars avtala ímillum serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar, at tað skuldi vera ein tvístreingjað leiðsla á hvørjum depli á Landssjúkrahúsinum

Tvs, at ein leiðandi sjúkrasystir skuldi vera í leiðsluni á hvørjum sjúkrahúsdepli jøvnum føti við ein leiðandi yvirlæknan.


Seta tiltøk í verk

Joan Ziskason sigur, at hon hevur gjørt sjúkrahúsleiðaranum púra greitt, at sjúkrasystrarnar góðtaka ikki undir nøkrum umstøðum, at Landssjúkrahúsið skal stýrast av eini einstreingjaðari leiðslu.

? Vit hava eisini gjørt púra greitt, at verður ætlanin ikki slept, fara vit at seta tiltøk sett í verk.

? Vit hava einaferð fyrr verið í verkfalli uppá hetta málið.

? Og tað fara vit aftur, um ætlanin um eina einstreingjaða leiðslu ikki verður slept.

Hon sigur, at sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum hótta eisini við hópuppsagnum, um ætlanin um tann einstreingjaða leiðslubygnaðurin verður settur í verk.

? Skipanin við teirri einstreingjaðu leiðsluni er DIOS umaftur.

DIOS var eitt danskt ráðgevarafelag, sum gjørdi eitt uppskot um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.

? Men uppskotið hjá teimum varð kolldømt, tí tað var hildið at vera ov vánaligt.

? Tí kann tað ikki koma uppá tal at seta tað í verk nú, sigur Joan Ziskason.

Hon sigur, at sjúkrasystrarnar halda seg til avtaluna, sum varð gjørd við serlæknarnar á sinni um eina tvístreingjaða leiðslu.

Og nú fara tær at venda sær til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø og biðja hana loysa málið í samsvari við tað avtaluna.