Hóast tað nú er meiri enn eitt ár síðani, at gomlu sjúkrakassarnir vórðu avtiknir og vit fingu tað almennu Heilsutrygdina, er ongin semja enn um, hvat ognirnar hjá Havnar Skúkrakassa skulu brúkast til.
Serliga er ósemja um, hvat tað stóra húsið hjá sjúkrakassanum mitt í býnum skal brúkast til.
Heilsumálaráðið og Meginfelagið fyri føroysku sjúkrakassarnir hava samráðst væl og leingi um, hvat skal gerast við ognirnar hjá sjúkrakassunum.
Semja er um, at ognirnar skulu í ein sjúkrakassagrunn, sum skal stuðla heilsufremjandi tiltøkum, sum koma øllum til góðar.
Men av øllum sjúkrakassunum, sum vóru, er tað bara Havnar Sjúkrakassi, sum ikki hevur avgreitt síni viðurskifti, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Men tað hevur uttan iva sína orsøk og hon er, at ósemja er innanhýsis í sjúkrakassanum um, hvat húsið skal brúkast til.
Poul Geert Hansen sigur, at nevndin hevur skyldu til at tryggja, at sum mest fæst burtur úr húsinum til frama fyri sjúkrakassagrunnin.
Í hesum sambandi kann verða talan um at selja húsið ella at leiga tað.
- Tað er ikki so avgerandi um húsið verður selt og peningurin verður settur á bók, ella um virðið stendur í fastari ogn.
Hinvegin samtykti umboðsráðið um ársskiftið, at selja Tórshavnar Kommunu húsið fyri ein rímiligan til eitt trivnaðarhús, bæði eldri og yngri.
Men hendir tað, at húsið verður selt fyri minni enn marknaðarprís, er eitt endurgjaldskrav væntandi úr Heilsumálaráðnum upp tað, sum er ímillum søluprísin og marknaðarprísin og tað kann skjótt fara at snúgva seg um milliónir, tí húsið er virðismett til átta milliónir, men Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur ein hóskandi prísur er tvær milliónir, tí tey eru í so vánaligum standi.
Trivnaðarhús til ung og eldri
Nú Havnar Sjúkrakassi verður niðurlagdur, skal húsið gerast til eitt trivnaðarhús fyri ung og eldri í Havn.
Tað halda tær báðar Ingrið Henriksen og Solveig Isfeldt, sum eru limir í umboðsráðnum hjá Sjúkrakassanum.
- Hetta skal verða eitt trivnaðarhús til tann stóra skara av fólki, sum ikki fæst við ítrótt og annað, sum longu hava góðar umstøður í Havn.
- Sostatt kann tað seinasta, vit í umboðsráðnum gera, verða eitt gott tiltak, sum verður nógvum fólki at gagni, sum hava goldið húsið, siga tær báðar.
Virksemi, sum tey hugsa um, kann verða í húsinum, er
- Høli til Havnar Pensjónistafelag
- Handilshøli til Heimavirki
- Framsýningar og sølubúð fyri ymiskt handaligt arbeiði
og annars halda tey, at húsið kann rýma ymsum verkstøðum til handverk, hondarbeiði, træsmíð, myndlist og aðra list og til at taka video upp í, ella ymiskt annað, sum hugflogið nú røkkur til.
Um tær fáa undirtøku fyri sínum vilja fæst at vita í næstum, tá ið umboðsráðið skal taka støðu til, hvat húsið skal brúkast til.
Les eisini greinina: Havnarfólk skulu hava húsið aftur.