Hótta við innrás

Burundi og Rwanda hótta við at senda hermenn inni í grannalandið Kongo eftir uppreistrarmonnunum, sum seinasta vikuskiftið beindu fyri umleið 180 flóttafólkum á markinum ímillum londini.

Rwandiski uttanríkisráðharrin, Charles Murigade, segði við BBC týsdagin, at stjórn hansara fer ikki at sita hendur í favn. Hann minti á, at drápsmenninir vóru at tutsi-fólkinum, og at tey myrdu flóttafólkini vóru av hutu-fólkinum. Í 1994 kravdi stríð ímillum hesi bæði fólkasløgini meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda, og stjórnin hevur sett sær fyri, at nakað slíkt skal ikki henda aftur.

Seinastu tíggju árini hava viðurskiftini verið spent ímillum grannalondini Rwanda, Burundi, Kongo og Uganda. Tá borgarakríggj var í Kongo fyri nøkrum árum síðani, hjálptu Rwanda og Burundi uppreistrarmonnunum har, men tað eydnaðist at fáa partarnar at binda frið. Nú er vandi fyri, at bardagarnir kunnu bresta áaftur.