Hótta við boykotti

Týskur umhvørvisverndarfelagsskapur hóttir við boykotti móti íslendskum fiskavørum, um stjórnin í Reykjavík loyvir hvalabátunum veiða stórhval Ein umhvørvisverndarfelagsskapur í Týsklandi hóttir nú við at fáa bretskar og aðrar brúkarar at boykotta íslendskar fiskavørur, um stjórnin í Reykjavík loyvir hvalabátunum at veiða stórhval í summar. Felagsskapurin hevur sent íslendsku myndugleikunum bræv um málið. Týsku umhvørvisverndarfólkini siga, at tey ætla at seta seg í samband við felagar í Bretlandi. Týski felagsskapurin sigur seg umboða 12.700 limir, og hann nsigur seg fáa undirtøku frá umleið 200 djóra- og umhvørvisverndarfeløgum.