Hótta við at steingja sølutorgið

Tórshavnar kommuna og Heilsufrøðiliga Starvsstovan eru ósamd um, hvør hevur ábyrgdina av tí, sum selt verður á sølutorginum í Vágsbotni

Vandi er fyri, at sølutorgið í Vágsbotni verður stongt í næstum.
Ósemja er nevniliga millum Tórshavnar kommunu og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um torgið.
Tá ið Tórshavnar kommuna í 2008 fekk góðkent plássið, setti Heilsufrøðiliga Starvsstovan ymar treytir, og sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur kommunan framvegis ikki lúkað allar treytirnar enn.
- Kravið um eitt hondvask er so grundleggjandi, at øll støð, sum handfara berar matvørur, skulu hava hondvask á staðnum, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstoan í brævi til kommununa, dagfest 23. apríl í ár.
Men tað er ikki bara vantandi hondvaskið í Vágsbotni, at stríð er um.
Kommunan hevur biðið Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at fáa góðkenningina strikaða, tí kommunan vil ikki vera skrásett sum virki. Kommunan selur einki men hevur bara gjørt sølutorgið til onnur at nýta.
- Kommunan søkti um góðkenning av staðnum og ikki um loyvi at selja, skrivaði Tórhavnar kommuna til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna 2. mars í ár.

Tórshavnar kommuna noktar at hava eftirlitið við søluni og teimum, sum selja.
Starvsstovan svarar, at kommunan má vísa á ein ábyrgdara av torginum.
Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisdeildini heldur, at kommunan líkar øll krøv. Hon vónar ikki, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger álvara av at steðga virkseminum á sølutorginum.
- Sølutorgið er við til at halda lív í býnum, og eg vildi ynskt, at øll sløg av vørum kundu seljast har, sigur Elin Lindenskov.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til sølu av nýveiddum fiski, nýveiddari grind og spiki, nýveiddum fuglaeggum, fugli, avskornum grønmeti og eplum og av fiskavørum frá góðkendum og løggildum virkjum.
Seljarar gremja seg javnan um, at teir ikki sleppa at selja vørur, sum teir vilja, og dømi eru um, at seljarar eru riknir burtur.
Tað verður eisini sagt, at reglurnar fyri sølutorgið í Vágsbotni eru strangari enn fyri sølutorg í ES, men tí vísir Ingibjørg Egholm, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Vit halda okkum til ES-reglurnar, og tær eru líka strangar eitt nú í Danmark sum her, sigur hon.