Altjóða tíðindastovurnar skriva, at støðan í Gazageiranum versnar fyri hvønn tíma, sum fer, og samstundis veksur óttin fyri kríggi.
Ísraelska herleiðslan hevur savnað bæði herfólk og stríðsvognar við Gaza-markið, og seinnapartin segði norska uttanríkisráðið, at tað hevur fingið eina ábending úr Ísrael um, at landið fer at gera innrás í Gazageiran.
Men palestinar ætla sær ikki at slaka. Hernaðarligi felagsskapurin Al-Aqsa hevur sent ísraelsmonnum eina røð av sms-boðum við ávaring um, hvat tey hava í væntu.
-Vit fara at gera Gaza til ein kirkjugarð hjá tykkara hermonnum, og vit fara at seta eld á Tel Aviv, so býurin skal standa í ljósum loga, stendur í sms-boðunum, sum ísraelska blaðið Haaretz endurgevur.
Fyri einum tíma síðani ljóðaði, at ísraelskir stríðsvognar vóru farnir at skjóta inn í Gazageiran. Frammanundan hevði ísraelska flogvápnið bumbað fleiri mál í geiranum.