Hótta við at knúsa dómara

Býttislig SMS-boð við orðum sum »idiot«, »klovn« og »fuck you« eru gerandiskostur hjá fótbóltsdómarum í Vodafone-deildini. Men nú er mál um beinleiðis hóttan meldað til løgregluna

Fótbóltur

 

»Tú ert ein klovn. Um tú ikki leggur floytuna og kortini, kanst tú vænta tær eitt alvorligt besøk sunnukvøldið«

Soleiðis vóru SMS-boðini, sum ein av føroysku fótbóltsdómarunum fekk sendandi mikukvøldið, og hetta er dropin, sum hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá føroyska fótbóltsdómarafelagnum.

- Sjálvandi skulu vit dómarar tola nakað, og tað haldi eg eisini, at vit gera. Tað er mest sum gerandiskostur, at onkur býttur sendir SMS-boð til 3. hálvleik á Rás2 ella skræðir seg á onkrari heimasíðu, tá dystirnir eru av, men í stóran mun er hetta nakað, sum hoyrir við til spælið, sigur Petur Reinert, sum er altjóða dómari og formaður í Fótbóltsdómarafelagnum.

 

Skilja ímillum

Petur Reinert leggur afturat, at tað er mest sum gerandiskostur, at dómarar fáa bæði eitt og annað at vita, tá teir hava dømt. Og eisini er tað meira enn so komið fyri, at menn hava fingið nøkur orð við á vegnum, um teir eru í vertsskapi av ymsum slag.

- Vit hava sjálvandi forstáilisi fyri, at blóðið er heitt eftir dystirnar. Og nú vit eru í avgerandi fasuni av kappingini, stendur sjálvandi eyka nógv á hjá øllum pørtum. Ikki minst okkum dómarum, sum standa fyri nógvum avgerandi støðum, sum hava ávirkan á heiðursmerki ella kanska niðurflyting.

- Men eitt mark skal vera. Og tá talan verður um beinleiðis hóttanir móti okkum, er farið væl og virðiliga út um hetta markið. Vit eru familjumenn eins og so nógvir aðrir, og tað er altso ikki serliga stuttligt at fáa at vita, at tú kanst vænta tær vitjan eitt sunnukvøld av onkrum, sum vil tær ilt. Og tá er talan ikki longur um lótir, sum vit bara kunnu lata fara framvið, sigur Petur Reinert.

 

Stevna avsendaranum

Og alt bendir eisini á, at talan er um mál, sum fær álvarsligt eftirspæl.

Dómarafelagið hevur verið í samband við sakførara um hendingina, og avgerð er tikin um, at málið verður meldað.

- Vit vita, hvør tað er, sum hevur sent boðini, og hetta verður meldað til løgregluna, sigur Petur Reinert.