Verður onki munagott gjørt nú, síggja vit okkum ikki at hava nakran møguleika enn at kæra Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, fyri løgmanni.
Tað sigur Tórshavnar Býráð í eini almennari áheitan á Henrik Old.
Tað er samferðslan út í Hest, sum nívir tey í Tórshavnar Býráð so illa, at tey hótta við at kæra landsstýrismannin.
Tey staðfesta, at góð samferðsla er avgerandi fyri framtíðina og trivnaðin í Hesti. Men tey siga, at hesum arbeiðir Samferðslumálaráðið beint ímóti.
Higartil hevur ferðasambandi ímillum Gomlurætt og Sandoy og Hest verið í einum. Men í vár varð ferðasambandið koyrt í tvey, so at siglingin út í Hest er ein ruta fyri seg, og siglingin í Sandoy er ein ruta fyri seg.
– Hetta hevur syndrað alt ferðasambandið, sum er bygt upp yvir drúgva tíð, sigur Tórshavnar Býráð
– Verður ikki okkurt munagott gjørt við ferðasambandið í stundini, sær Tórshavnar kommuna seg noydda at kæra landsstýrismannin í samferðslumálum til løgmann fyri ikki at halda lógina um flutningsskylduna hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur býráðið.
Har stendur, at Landið hevur skyldu til at skipa fyri nøktandi flutningi, farmaflutningi, og tað stendur beinleiðis í lógini, at farleiðin ímillum ferðasambandið ímillum Skopun - Gomlurætt - Skopun - Hest - Hest - Gomlurætt, er umfatað av hesi flutningsskyldu.
Sjálvandi er tað ein politisk raðfesting, og ein spurningur um virðing, hvat ið vit leggja í orðini »nøktandi flutningur«, men tað skuldi verið ein trygd fyri, at føroyingar kunnu liva og virka á útoyggj.
Men Hestur hevur bara tveir fastar túrar um dagin, men fýra dagar um vikuna eru tríggir túrar. Við eini slíkari ferðaætlan ber ikki til at búgva í Hesti og arbeiða, ella ganga í skúla. á meginøkinum, og hetta kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka, sigur Býráðið.
Tey vísa samstundis á, at áhugin fyri at búseta seg í Hesti er vaksin nógv. Men hetta ber illa til, nú Strandferðslan fyri einum hálvum ári síðani broytti ferðasambandið.
Býráðið vísir á, at tá ið ferðaætlanin varð skild sundur í vár, varð lovað, at hetta skuldi bara vera eina royndarætlan, og at hon skuldi endurskoðast, tá ið summarið 2017 var farið afturum.
– Men nú oktober er meira enn hálvrunnin, er sama ætlan enn galdandi, og einki er komið burturúr teimum fundum og áheitanum, sum Tórshavnar kommuna er komin við, sigur býráðið.










