Somalisku sjórænararnir siga nú, at teir fara at drepa teir donsku gíslarnar, um roynt verður at fría teir. Tað sigur ein maður, sum hevur tilknýti til tann bólkin, ið hevur rænt tey sjey fólkini, sum vóru umborð á danska seglbátinum, sum sjórænararnir tóku í Indiska Havinum fyri nøkrum døgum síðani.
Maðurin eitur Abdullahi Mohamed. Amerikanska tíðindastovan AP kennir hann, og hon skrivar, at maðurin hevur víst seg at vera álítandi í sambandi við aðrar gíslatøkur.
Abdullahi Mohamed sigur, at allar royndir at fría teir donsku gíslarnar fara at bera í sær, at gíslarnir verða tiknir av døgum. Hann vísir á, at tá amerikanararnir í síðstu viku royndu at bjarga fýra amerikonskum gíslum frá somaliskum sjórænarum, kostaði tað øllum gíslunum lívið.